Hvussu fær mann eitt vinnandi draft?

So verður tað undankapping um færri enn 30 minuttir!

Til tað høvið fara vit at tosa stutt um nøkur góð hugskot at hava í huga, tá tú ert í Champion Select. Draft kann vera sera kompliserað og ymiskt, alt eftir hvørjum liði spælt verður ímóti, men her eru 5 fundamental prinsipp, sum tú fært brúkt í kvøld til at fáa eitt betri draft:

1. Hav í minsta lagi eina vinnandi lane

Syrg fyri, at minst ein lane er sterk, so tú fært spælt rundanum hana. Um tú brýtir hesa regluna, so kann úrslitið vera katastrofalt. Um mótstandarirnir hava pushað allar lanes inn, perma invade’a tín junglara og taka allar heralds og drakes, so er tað ótrúliga ringt at koma aftur í spælið. Hetta sást ótrúliga væl í Worlds, tá Longzhu Gaming, nú DRX, spældi ímóti Fnatic. 

Sí dystin her:

2. Hav góðan javnvág millum AP og AD damage

Hetta er nokk tann elsta reglan í League of Legends draft. Syrg fyri, at fíggindarnir ikki bara kunnu stacka armor ella magic resist og verða ódeyðiligir. Items sum Force of Nature, Frozen Heart og Randuins Omen knúsa full AP/AD comps. MEN har er eitt undantak, sum er tá ið enemy team bara hevur squishies. Tá er tað ikki so farligt at vera t.d. full AD, tí ongin fer at builda serliga nógv armor.

3. Hav nokk av engage

Óansæð hvussu sterkt títt lið er, um tú ikki hevur engage, so er tað sera ringt at enda spælið. Hav altíð ein engage junglara ella toplaner! Um tú ert aftanfyri, er tað eisini engage sum skal til at brúka feilirnar hjá enemy team. Hvat ger tað, um enemy ADC dugir illa at positiona, um tú ikki megnar at engage’a allíkavæl?

4. Hav góðan javnvág millum tanks og carries

Vit vita øll, hví mann skal hava carries. Men tanks eru eisini ótrúliga týdningarmiklir. Teir eru sera viktigir at facechecka baron, jungle ella dragon, tá mann ikki hevur vision. Vanliga hava teir eisini nógv CC og engage, sum altíð er gott!

5. Hav sterkar win conditions

Sterkar win conditions eru t.d.:

Hypercarry+Enchanter, t.d. Vayne+Lulu, Twitch+Yuumi, o.s.fr.

Sterkt synergy millum ults, t.d. Malphite, Jarvan, Miss Fortune, Galio, o.s.fr.

Ein sterkan splitpusher við globals, t.d. Jax, Camille við Karthus, Nocturne, Soraka ults.

Um tú syrgir fyri at drafta eina tílíka wincondition, sum tú so spælir rundanum, tvs. syrg fyri at tín Jinx+Lulu botlane er sterk ella at campa top, tá tú hevur ein Jax, so er spælið nógv lættari at spæla og vinna! 

Gleði meg nógv at síggja, hvat fyri spennandi ting tit fara at finna uppá í undankappingi í kvøld. Góða eydnu!

Cart
  • No products in the cart.