Í Dag Byrjar IEM Katowice 2019 Major!

Greinin heldur á fram eftir videoklippið.

IEM Katowice 2019 byrjar í dag, og er 14. Major Tournament í CS:GO. Við í kappingini eru 24 av heimsins bestu liðum, ið fara at spæla um 1.000.000 Dollarar.

IEM Katowice 2019 er deilt upp í tríggjar bólkar, sum hvør er samansettur av 8 ymiskum liðum.

Champions Stage:

Verður leikað 28. Februar til 3. Mars í Spodek Arena í Katowice. Champions Stage verður samansett av 8 av teimum bestu liðunum í Legends Stage!

 

Legends Stage:

Legends Stage verður leikað 20. til 24. Februar í MCK / International Conference Center í Katowice. Í Legends Stage eru 8 av bestu liðunum frá Faceit London Major frá Oktobur í 2018. Avtrat hesum 8 liðunum koma 8 lið úr Challenger stage. Av teimum 16 liðunum koma 8 lið víðari til Champion stage!

Challenger Stage:

Challenger stage verður leikað tann 13. til 17. Februar í ESL Area í Katowice. Av hesum 16 liðunum koma 8 lið víðari til Legends stage.

Hvørjum liði heldur tú við, og hvat eru forvæntningarnir til liðini á hesum sinni? Tað verður sera spennandi at síggja hvørji av liðunum fara at dominera hesu ferð. Ein kapping sum hendan hevur nógv at siga fyri restina av 2019, og hvat fyri roster changes vit fara at síggja framyvir!

Cart
  • No products in the cart.