jw letur nýggjan handil upp

JW Gaming eitur nýggji esporthandilin hjá Jesper ‘jw’ Wecksell. 

Frá í dag av kann Jesper nú eisini kalla seg handilseigari. Sporthandilin hjá honum liggur í heimbýnum Avesta, og er ætlaður til esport-leikararar og onnur ið annars hava áhugað innan esport.

jw2

Í eini samrøðu við svenska Aftonbladet, sigur Jesper at hann fegin vil læra fólk týdningin av esport og hvat tað snýr seg um.

Eg hevði fegin vilja greitt foreldrum frá hvat børnini gera, tá tey sita upp til 10 tímar framman fyri skerminum. Foreldur vita ikki altíð at børnini sita og samrøðast við fleiri persónum í senn, oftani eru fleiri enn 20 persónar í einari samrøðu. Tey vita ikki altíð hvussu socialt esport kann verða og hvat tað snýr seg um. 

Tað sum Jesper hevur gjørt er nýtt á økinum. Eingin professionellur CS:GO leikari hevur áður valt at seta sína løn í slíka íløgu. Hann vónar at handilin verður líka eydnuríkur sum hansara síðstu 5 ár í svenska CS:GO-yrkishópinum.

jw1

Í Juli er ætlanin at lata ein ‘webshop’ upp. Inntil tá er tað bert møguligt at keypa í handlinum hjá honum, sum liggur tí lítlu sølumiðstøðini í Avesta.

– Mítt mál er at gera handilin til ein sport handil  fyri esport. Beint nú er tað mesta merkir frá Fnatic. Men eg vil gera tað so at ein persónur kann koma inn her og keypa sær t.d eina blusu hjá tí liðnum ella yrkisleikarinum sum viðkomandi stuðlar. 

jw3

Umframt esport-klæðir selur Jesper eisini teldumýs, keyboards og annað ætlað til esport.

Myndir: Aftonbladet, imgur.com

 

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen.

Cart
  • No products in the cart.