KAPPING – KAPPING – KAPPING

Vit í esport toyminum fegnast um, at vit kunnu avdúkað heilar 3 ymiskar kappingar, ið verða hildnar tær næstu vikurnar. Vit hopa, at meira enn 300 leikarir fara at luttakað. Kappingarnar verða spældar umvegis netinum á okkara servara.
Tað snýr seg um hesi spølini: Counter Strike: Global Offensive, Dota 2 og League of Legends.
Tað ræður sostatt um at taka sær keyboardi niður av hillini, dusta støvið av og finna sær eitt gott lið! Í øllum kappingunum er kravt, at 5 persónar eru á liðinum.
Enn einaferð verða kappingarnar stroymaðar við føroyskum frásøgufólki.

Kappingarnar verða spældar soleiðis.

 

Counter Strike: Global Offensive
Dato: 15-23 September, bólkaspæl fram til 21 Septembur, síðani vanligt bracket, har vinnarnir úr bólkaspælinum fara beinleiðis í kvartfinalurnar.
Upp til 25 lið (5 fólk í hvørjum liði)

Dota 2
Dato: 7-8 Oktober, double elimination, hálvfinalan og finalan Bo3
Upp til 20 lið (5 fólk í hvørjum liði)

League of Legends
Dato: 19-22 Oktober, double elimination, Bo1, Kvartfinalurnar Bo3
Upp til 20 lið (5 fólk í hvørjum liði)

Esport.fo er í løtuni við samráðingar við ymsar stuðlar, og vit venda aftur við vinningum til vinnarnar, 2 pláss og 3 plássið.

Tilmelding er umvegis okkara facebook síðu(Link), har tit skulu skrivað hesi dáta inn:

    • Navn á liðnum
    • Liðskiparin
    • Liðmenn(navn+ingame navn)
    • Steam link av liðskiparin.(Tó ikki til LoL kappingina)

Tað er sera umráðandi, at øll dáta eru røtt, tá tit melda tykkum til.
Um ynski fyri einum privat rúmið á okkara teamspeak servara, eru tit meira enn vælkomin at skriva til okkum.Tað er eisini har alt samskifti fyrigongur, ímeðan kappingin fyrigongur.
Vit gleða okkum!

GLHF

 

Teaser til tiltøkini.

Cart
  • No products in the cart.