Fabien ‘kioShiMa’ Fiey verður fimti spælarin hjá FaZe Clan, júst sum Dreamhack Masters Malmö verður skotið í gongd.
Fyrst í mars mátti Fabien ‘kioShiMa’ Fiey pakka tingini saman í Team EnVyUs, har hann síðani tá hevur spælt fyri smá lið í Fraklandi og í Stóra Bretlandi.
Men í gjár bleiv kunngjørt at 21 ára gamli fraklendingurin hevur skrivað sáttmála við FaZe Clan. Tað skrivaðu bæði FaZe Clan og kioShiMa á twitter.
Hetta kemur av at FaZe Clan ikki longur hevur Maikel ‘Maikelele’ Bill í CS:GO hópinum, eftir eitt heldur skuffandi úrslit til MLG Columbus. Hóast Maikelele enn hevur sáttmála við FaZe Clan, so fara teir nú at seta seg niður at kjakast um framtíðina hjá honum í FaZe Clan.
Nú tá Dreamhack Masters Malmö byrja í morgin, skrivar kioShiMa á twitter at teir bert hava vant í ein dag saman, so spennandi verður at síggja hvussu FaZe Clan fara at klára seg. Í morgin kl 19.00 føroyska tíð taka teir ímóti pólska Virtus.Pro.
Núverandi liðið hjá FaZe Clan:
Fabien ‘kioShiMa’ Fiey
Håvard ‘rain’ Nygaard
Philip ‘aizy’ Aistrup
Joakim ‘jkaem’ Myrbostad
Ricardo ‘fox’ Pacheco
Mynd: wiki.teamliquid.net
Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen.