Mikudagin 19. Apríl klokkan 19.00 byrjar okkara League Of Legends kapping! Vit hava fingið stuðlar úr Pizza 67, sum bjóða vinnarnir út at eta í teirra lekkru buffét!
Enn er tíð at melda seg til! Skriva til okkum á Facebook, https://www.facebook.com/esportforoyar/, síðsta freist er Týsdagin klokkan 16:00!
Hvar verður spælt?
Spælt verður á EU-WEST.
Mannagongd
Liðini fáa eina kodu frá okkum, ið skal síðani aktiverast inni í LoL. Hendan kodan stavar frá Battlefly, ið síðani setur ein servara upp til tykkum, og ger klárt til at spæla. Vit eru á teamspeak, har tit kunnu fáa koduna. Servarin er ts.esport.fo. Lesið her um hvussu tit koma á okkara teamspeak servara: https://esport.fo/teamspeak/
Síggi her, júst nær tit skulu spæla:
http://challonge.com/LoL_Fo_Cup
Vit vilja samstundis bjóða øllum inná okkara TeamSpeak servara, har vit hava gjørt rúm júst til kappingina, og tit kunnu skrivað til okkara fyri at fáa tykkara egnu rúm.
Hvat er loyvt?
- Øll liðini hava loyvið til 5 min pausu undir dystinum
- Útskiftarir
Hvat er ikki loyvt?
- Scripts og tílikt er ikki loyvt
- POV Livestroyming (ella skal mininum 8 min. delay á)
- Stream sniping
Stroyming
Vit fara at royna at livestroyma við Føroyskar frásøgu fólk so nógv sum gjørligt, men kunnu ikki lovað at tað verður hvønn dag ella til hvønn dyst. Hetta verður tilpassað eftir okkara frásøgufólk, hvussu áhugaverdur dysturin er ella
Vinningar
Vinnarnir vinna 5xbuffét fyri alt liði til Pizza 67!