League of Legends Dagføring

Preseason er her, og okkara fyrstu dystir á nýggja patch í bæði EFFO deildini og aðru deild eru hetta vikuskifti. Nógvar broytingar eru komnar, men ivaleyst tann størsta er tað sokallaða “item rework”. Sum so ofta tá ið ein nýggj sesong er fyri durum, verður spæli vent á høvdi og øll royna at finna sítt fótafesti: at finna útav hvat ið er gott, og hvat er ikki.

Í tí sambandi hevur Sámal spurt leikarar úr EFFO deildini um at nevna ein champion og eitt item, ið teir halda verða spennandi ella vert at halda eyguni við(GG: leikarirnir brúka nógv yrkisorð, og av tí kann teksturin verða torskiltur fyri lesaran, ið ikki hevur innlit í LoL frammanundan) :


Cupie – Top – Lið: No Clue
Cho’gath + Frostfire Gauntlet – “Eg haldi at Cho’gath við Frostfire Gauntlet er overpowered, tí tað hevur eitt slow sum skalerar við health og mythic bonus gevur size til championin, og champion size er gott fyri Cho’gath.

rengzixrage – Jungle – Lið: No Clue

Xerath – “Xerath hevur verið mín main í midlane í fleiri ár, og eg royndi eitt spæl við honum og fór 28/0/8, har tað bar til at drepa tveir enemy champions við einum ultimate. Stuttligasta spæli eg nakrantíð havi spælt.”

Sunfire Aegis – “Item er tað definitely Sunfire Aegis, tí tað hevur oyðilagt jungle meta’ina, tí at tað ber til hjá t.d. Amumu at solo’a baron á minutti tjúgu sum er bonkers.”

Oddster – Mid Lið: Tenacious Gaming

Twitch – “Tað sum er spennandi við Twitch beint nú er at man kann spæla hann Mid, Bottom, Jungle og Support. Tú kann byggja hann AD, AP ella fifty fifty. Tað er fyrstuferð at man kann byggja hann AP, og tað er gott um tú hevur eitt AD heavy lið.”


The Collector – “Tað sum er serligt við hesum item er at tað hevur eitt execute passive, og øll kenna tað, tá ið fólk sleppa vekk við lítið av lívið. Tað er tá at The Collector kemur inn.”


Hoyni – Bottom – Lið: Tik Tok Terrorists

Kindred – “Meta’in skiftir til tanks og assassins, og Kindred ekstremt góð ímóti báðum vegna hennara dps á tanks og hennara ultimate, sum er gott ímóti assassins.”


Navori Quickblade “Tað gevur nógvum mechanical champions nógv hægri skill ceiling og outplay potential, serliga við at weave’a inn auto attacks kanst tú fáa nógv hægri dps nú.”

Chloé – Support – Lið: Tenacious Gaming

Katarina – “Katarina sær út til at hava túsund build paths og alt virkar viable. Trúgvi at onkur ferð at finna okkurt broken build, til dømis hava vit áður sæð tank Katarina top.“
Galeforce “Eitt áhugavert item má verða Galeforce, tí at tað opnar fyri møguleikum at spæla AD carries sum vanliga ikki hava nakað mobility.”