League of Legends kapping – #S1

So eru vit klár at avdúka eina nýggja League of Legends kapping. Eftir at hava hýst eina stóra League of Legends kapping til eLan við 11.000,- í vinningum, var avgerð tikin um at hýsa eina avtrat online beint eftir tiltakið.

Kappingin verður hildin í lið við, at eftir ætlanini verður ein League of Legends kappingardeild stovna, og tískil ynskja vit at byrja sum skjótast at seta á stovn eina community í League of Legends, og gera okkum sjálvi til reiðar við tí logisktiska til at hýsa LoL kappingar. 

League of Legends kappingin hevur vinningar fyri góðar 12.000,-, ið verða fordeildar út til top 3 liðini, í fyrstu syftu við einari stórari online League kapping. 

Kappingin gongur fyri seg fyrst í einari Group Stage 3 vikur, og síðani verður semi finala og finala spæld í vanligari bracket, sum vit eisini kenna frá Elektron Deildini. 

Stuðlar til kappingina eru Monster, Pizza67 og eSport Føroyar. 

Kappingin byrjar 21 November klokkan 19:00, og loyvt er at hava 5 á hvørjum liði + ein útskiftara. Spælt verður Týsdagar og Hósdagar klokkan 19:00, og Leygardagar klokkan 17:00. Hetta í Group Stages. Liðini hava loyvi til at flyta tíðspunkt millum sín, um neyðugt er fyri tí. Tó skal liði upplýsa og søkja um tað minst ein dag verður spældur.

Liðini kunnu tosað innanhýsis og avtalað tíðspunkt, um neyðugt er fyri tí. Vit eru eisini til staðar fyri at hjálpa at fáa dystir ígongd.

Tilmelding

Kostnaður fyri at verða við er 100,- per leikara í liðinum. Tilmeldingin ferð fram við at skriva liðnavn, liðleikarir og spælara nøvnini beinleiðis til eSport Føroyar á Facebook, við seinasta freist tann 19 November klokkan 19:00. Dystarskráin kemur út skjótast tilber aftaná hetta. 

Format

Group stage við maks 10 lið í hvørjum bólkið. Spælt verður einaferð ímótir hvørjum øðrum í group stages, og allir dystir eru Bo3 í Summoners rift, EU West. Fyribils finaludato er sett á 13 og 14 Desember, við møguligari flyting til næsta vikuskifti. Nærri kunning kemur út á eSport Føroyar á Facebook og á Føroyska League of Legends bólkin, LoL’arin, um tað verður broytt.

Tilmeldingar format:

Liðnavn:

Leikarir á liðnum:

Leikaranøvn ingame:

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here