Livestroyming & Finala í undankappingini!

Sum flestum er gjørt greitt, so verður bracket stage í undankappingini leikað í hesari vikuni. Tað merkir sostatt, at skjótt verður endaliga avgjørt, hvørji tey átta liðini verða, sum sleppa at spæla í sesong 5 av Elektron deildini 2019!

Tit kunnu lesa nærri um undankappingina á leinkjuni niðanfyri:
Víðari til bracket stage í undankappingini

Í hesum sambandi fara vit at livestroyma finaludystin í undankappingini Fríggjakvøldið klokkan 18:30 føroyska tíð. Avtrat tí, so stroyma vit eisini dystin leygardagin ið avgerð, hvat fyri eitt av teimum seks liðunum ikki sleppur víðari til sesong 5 av Elektron deildini. Nógv góð lið eru í undankappingini, og finalan verður óivað ein stórur brestur!

Úrslitið av undankappingini er ikki tað einasta sum er spennandi við stroymingini hjá okkum. Í sambandi við at esportur áhaldandi tekur seg fram í Føroyum, so hava vit eisini fingið okkum egnan vert til stroymingarnar! Fríggjakvøldið verður avdúkað hvør nýggi verturin verður til sesong 5 😉

Øll eru serstakliga vælkomin at fylgja við stroymingini á okkara LIVE síðu! 😉
Leinkja til LIVE rúmið HER

Cart
  • No products in the cart.