Reglugerð

Reglugerðin er galdandi frá dagsdato 1. Februar 2022. Reglugerðin kann til eina og hvørja tíð dagførast, uttan at neyðugt er at boða frá. Reglugerðin hevur til endamáls at tryggja eitt gott grundarlag, ið loyvir fyri kapping á jøvnum støði, og at leikararnir kenna seg stuðlaðar av fyriskiparunum.

Game Admins ella fyriskiparar, við samtykki frá øllum fyriskiparunum og Game Admins, kunnu broyta reglugerðina.

Brot á reglugerð skal avgreiðast av Game Admins(1) ella av fyriskiparunum(2) hjá Effo Deildini. Avleiðingarnar av brot av reglugerðunum eru ymiskar og verða lýstar meira nágreiniliga í kapittul 10. Avleiðingarnar eru ymiskar, alt eftir hvat brot er á reglugerðini, og um tað er eitt endurbrot.

Reglugerðin er galdandi fyri allar League of Legends kappingardeildir og aðrar League of Legends kappingar ið eSport.fo hýsa.

Seinast dagført: 22 februar 2022

Reglugerð

  1. Game admins og fyriskiparar
    1. Game admins hava evstu magt yvir reglugerðina og handfaran av avleiðingunum. 
    2. Game Admins hava ikki loyvi at verða við í kappingini, og eru óheftir av øllum liðum og leikarum, soleiðis at allar avgerðir verða tiknar út frá einum støði, ið tænir eSport reglugerðina í Føroyum, og reglugerðina í kappingardeildini, soleiðis at hon kann koyra rættstundis. Tí er tað av alstórum týdningi, at avgerðirnar eru so partleysar sum yvirhøvur gjørligt.
    3. Fyriskiparar eru loyvdir at luttaka í kappingini, men um liðið hjá fyriskiparanum ella spælari á liðinum skal viðgerast, hevur hesin fyriskiparin ikki loyvi at døma reglubrotið, ið varð framt.
    4. Allar reglugerðir skulu fyrst avgreiðast av Game Admins, og um neyðugt verða fyriskipararnir eisini við í dømingini av sakini.
    5. eSport.fo hevur síðstu og evstu avgerð, um reglubrot ella ein hending, ið ikki er lýst í reglugerðini, verður framd og tørvar at verða viðgjørd.
  1. Vanlig reglugerð í kappingardeildini
    1. Øll liðini skulu hava fyrimyndarligan samskiftishátt ímillum sín og mótstøðu liðini í kappingarárinum. 
    2. Rasisma verður als ikki góðtikin og kann enda við beinleiðis leikbanni ella diskvalifisering.
    3. Haturstala ella spottan verður als ikki góðtikin og kann enda við beinleiðis leikbanni ella diskvalifisering.
    4. Lygn og snýt viðv. samskifti at flyta dystir ella annað viðv. kappingini er als ikki góðtikið, og beinleiðis leikban ella diskvalifisering kann gevast. Víst verður til paragraf 9, har øll liðini skulu goyma alt samskifti og myndatøku av tí, fyri at upprætta sakir.
    1. Allir dystir skulu spælast 5v5
    2. Allir leikarar í dystinum skulu hava goldið / verða góðkendir av Fyriskiparum ella Game Admins. 
    3. Allir dystir skulu verða leiktir á álagdu spælitíðini, og liðini hava maks. 15 minuttir at møta upp. Sí paragraf 9 um at upprætta sak.
    4. Ikki er loyvt at hava coach ella aðrar persónar, ið ikki spæla beinleiðis, í samband við spælararnar ímeðan spælt verður. Tó er loyvt at hava coach til Champion Select áðrenn spælið byrjar.
    5. Øll liðini skulu fylgja boðunum frá fyriskiparum og Game Admins.
    6. Ikki er loyvt at tyrra hitt liðið við at misnýta tekniskar pausur.
    7. Í einum dysti hava lið 10 minuttir í part til tekniskar pausur, við maks 2 pausum per lið hvønn dyst. Um tekniski trupulleikin ikki kann verða loystur uppá 10 minuttir er neyðugt at seta tykkum í samband við Game Admins / Fyriskiparar og prógva trupulleikan til tess at koma til eina loysn. 
    8. Um stigtalvan hjá tveimum liðum er jøvn, men lið ‘A’ hevur vunnið báðar dystirnar ímóti liði ‘B’, so er ongin tiebreaker kravdur, og sigurin fer beinleiðis til lið ‘A’.
    9. Finalur skulu spælast offline hjá Effo ella annað avtalað stað. Allir leikarar, ið koma til finaluna, skulu møta upp. Í neyðstøðu kann undantak gevast, t.d. um leikari er raktur av Covid-19 ella øðrum, ið beinleiðs forðar viðkomandi at møta upp. 
    10. Kappingin er ætlað føroyingum. Sí paragraf 3.3.1 fyri meira kunning.
  1. Luttøka og gjalding
    1. Lið og leikarar skulu skráseta seg áðrenn freistin er farin.
      1. Verða lið skrásett aftaná freistin er farin, tilskila fyriskiparar og Game Admins rættin at sletta skrásetingina.
      2. Lið, ið skráseta seg aftaná freistina, kunnu møguliga setast inn í aðra kappingardeild.
    2. Øll lið og leikarar á liðunum skulu hava goldið áðrenn freistin er farin.
      1. Fyriskiparar og Game Admins kunnu broyta úrslit á dystum, har ið eitt lið nýtir spælarar, sum ikki hava goldið. 
      2. Fyriskiparar og Game Admins kunnu geva fyribils loyvi til leikarar, ið enn ikki hava goldið, um mett verður, at leikarin fer at gjalda, hevur framt gjaldingina ella um liðið hevur víst lyndi at lúka øll krøv.
      3. Um lið stendur í neyðstøðu og manglar ein leikara, kunnu fyriskiparar ella Game Admins geva fyribils loyvi at fáa nýggjan leikara til tann dystin. Hetta er vanliga bert galdandi fyri dystir, ið verða livestroymaðar.
      4. Øll lið skulu gjalda skrásetingargjaldið óansæð hvørjari kappingardeild man spælir í, kemur frá ella fær beinleiðis atgongd. Skrásetingargjaldið verður ongantíð strikað hjá nøkrum liði, og er kravt fyri at spæla við. 
    3. Allir Føroyingar kunnu luttaka í kappingini.
      1. Føroyingar ið búgva uttanlands kunnu væl vera við í kappingini. Sí tó paragraf 2.12 viðv. um liðið kemur í finaluna.
      2. At verða “føroyingur” verður tulkað soleiðis:
        1. Búð minst 50% av sínum lívið í Føroyum
        2. Ella viðkomandi dugir í minsta lagi at tosa skiljandi føroyskt og hevur havt bústað í Føroyum áður. Tummilregul er tá, at man skal hava búð 30% av lívinum í Føroyum. Fyriskiparar og Game Admins taka hesar fyrispurningar upp individuelt per sak, og eingin beinleiðis mannagongd er fyri hvørjari umsókn. Víst verður ikki til aðrar sakir, ið kunnu byggja sakina upp fyri viðkomandi. 
  1. Champions og ban
    1. Allir champions, ið eru tøkir / almennir frá Riot tann 28 Februar 2022 eru tøkir í Effo Deildini.
    2. Um nýggir champions koma í kappingarárinum, eru teir einans tøkir í kappingarárinum 14 dagar aftaná teir eru almennir.
      1. Í stuttum verður mett, at nýggir champions eru einans tøkir, til næsta patch er komið, so kappingardeildin spælir ein “patch” aftanfyri viðv. Champions.
    3. Lítlar og stórar broytingar í champions
      1. Lítlar broytingar verða tulkaðar sum góðkendar at brúka í kappingarárinum
      2. Stórar broytingar verða tiknar støðu til. Fyriskiparar og Game Admins taka objektiva avgerð, um viðkomandi champion fær 2 vikur ban. 
        1. T.d. um ein champion broytir ein gand, verður mett um tað er nóg stórt meta shift.
        2. T.d. um 2 gandir (ella fleiri) verða skiftir út; verður tað mett til at verða ein sera stór broyting, og tískil fær champion ban í 2 vikur.
  1. Spæli reglur, útskifting, pausur, flyting av dysti o.a.
    1. Spælt verður bara 5v5.
    2. Loyvt er at skifta út ímillum ymsu dystirnar til góðkendar leikarar á liðnum.
    3. Ikki er loyvt at pausa uttan grundgeving er fyri tí.
      1. Roykipausa er ikki loyvd.
      2. Vesipausa er ikki loyvd.
      3. Taktik ella strategi pausa er ikki loyvd
      4. Tað er loyvi at pausa fyri tekniskum breki ella samskiftis- og ljóðtrupulleika. Sí paragraf 5.4
    4. Tekniskar pausur eru loyvdar, men bert 10 minuttir og 2 pausur per lið. 
      1. Teknisk pausa skal kunna prógvast skrivligt og við myndatilfarið.
      2. Um bæði liðini velja at fara víðari við spælinum aftaná eina pausu, so er undirforstaðið, at trupulleikin, ið elvdi til pausuna at byrja við, er loystur. Tað sama er galdandi viðvíkjandi t.d. um eitt lið er komið ov seint. Um hitt liðið velur at spæla dystin allíkavæl heldur enn at taka ein ókeypis sigur, so fer dysturin fram, sum um onki er hent.
      3. Um tekniski trupulleikin harafturímóti ikki er loystur hjá eina liðinum, men loyvda pausutíðin er farin, so velur mótstandandi lið antin at vísa ‘goodwill’ og útseta víðari, krevja at dysturin spælist víðari ella fáa admin inn at taka avgerð.
    5. Flyting av dysti er loyvt um tað verður spurt í minsta lagi 24 tímar áðrenn dystin. Um tíðarskeiðið er styttri, hevur mótstandandi lið rættin at nokta at útseta dystin.
  1. Livestroyming
    1. Øll liðini skulu hava fyrimyndaligt samskifti í kjattinum / livestroymingini. 
    2. Ikki er loyvt at livestroyma á t.d. Discord til sín coach, tá dysturin er byrjaður, undantikið Champion Select. Sí paragraf 7 fyri nærri kunning um t.d. Discord ella aðrar videostroymingartænastur.
    3. Tað er ikki loyvt at livestroyma dystir, ið eSport.fo ella frásøgufólkini standa fyri.
      1. Aðrir dystir, ið hvørki fyriskiparar, Frásøgufólkini ella eSport.fo fyriskipa, eru loyvdir at livestroyma. 
    4. Um lið livestroyma sín dyst, skulu tey hava mininum 5 minuttir delay á spælinum. 
      1. Til livestroymingina verður víst til vanliga reglugerð fyri kappingardeildina, Paragraf 2, har t.d. haturstala, rasisma o.l. er strangliga bannað.
  1. Discord
    1. Allar reglur undir paragraf 7 “Discord” eru eisini galdandi fyri Teams, Discord, Teamspeak, Ventrilo, Facebook Messenger, Instagram ella annað samskiftistól.
    2. Øll liðini og leikarar skulu verða skrásettir á tí almenna discord servarinum til kappingardeildina.
    3. Alt vanligt samskifti eigur at fara fram umvegis tann almenna Discord servarin til kappingardeildina.
      1. T.d. um ynski er at flyta dyst, skriva so á Discord servarin, so fyriskiparar, Game Admins og frásøgufólk síggja tað.
      2. T.d. um eitt lið ikki møtir upp, skriva og spyr eftir hinum liðinum á Discord servarinum.
      3. T.d. trætir ella hjálp skal mest gjørligt ganga ígjøgnum Discord servarinum
    4. Lið eru kravd at samskifta umvegis almenna Discord servaranum, tá ið dystir verða livestroymaðir.
      1. Hetta er fyri, at fyriskiparar, Game Admins ella frásøgfólk skjótt kunnu fáa fatur á tykkum, og at tryggja sær, at onki reglubrot verður framt. Sí paragraf 2.8.
      2. Liðskiparir skulu vera tøkir til eitt interview aftaná hvønn livestroymaða dyst.
  1. Vinningar
    1. Allir vinningar verða latnir umvegis stuðlunum.
    2. eSport.fo stendur ikki fyri at útlevera nakran vinning annað enn steyp og medaljur.
    3. Vinningar kunnu verða 30 dagar forsinkaðar.
    4. Tá vinningarnar eru klárir til at avheintast skulu liðini heinta vinningarnar áðrenn 14 dagar eru farnir frá tí degnum.
      1. Eftir 14 dagar tilskilur eSport.fo ella stuðlar at droppa vinningin. Um annað er avtalað, er tað galdandi. Vinarliga goymið øll prógv antin skrivliga og myndaliga – soleiðis at eingin ivi er um hvør avtalað er galdandi.
    5. Liðini skulu sjálvi møta upp og heinta vinningar. Tað merkir, at einki verður útkoyrt ella sent við postinum.
  1. At upprætta sak
    1. Tað er upp til einstøku liðini at upprætta eina sak mótvegis hinum liðnum. Tað er galdandi fyri øll brot á reglugerðina.
    2. Game Admins og fyriskiparar hyggja møguliga ikki eftir øllum dystunum, og tískil er neyðugt hjá einstøku liðini at innsavna allað neyðuga kunningina til eina tílíka sak.
    3. Um sak skal upprættast av broti á reglugerðina, skulu hesi innsavnast, alt eftir hvat fyri reglubrot talan er um:
      1. Mynd av samskiftinum á messenger, Discord, In-Game ella aðrastaðni, har tað er neyðugt at prógva.
      2. Mynd av scoreboard, stigatalvu ella annað.
      3. Skrivligt sak um hví sakin er upprætta.
      4. Eitt skrivligt avrit, ið lýsir, hvat tit vænta burturúr hesari sakini.
      5. Annað, ið kann verða viðkomandi fyri sakina, t.d. eldri sakir av viðkomandi spælara ella liði, brot á rasismureglugerðina ella annað prógv, ið kann uppbyggja atburðin av tí einstakað ella liðinum. 
      6. Skrivligt avrit frá fleiri leikarum ella fleiri liðum, ið hava uppliva tað sama.
      7. Prógv uppá tekniskt brek, klokkuslett av nær dysturin skuldi byrja, ella hvussu seint hitt liðið møtti upp.
    4. Um bæði liðini t.d. hava góðkent, at dysturin verður seinkaður meira enn loyvda tíðin, kann sakin verða slept.
    5. Um bæði liðini hava gjørt brot á reglugerðina, so kunnu bæði liðini fáa avleiðingar samsvarandi við, hvussu ring brotini á reglugerðina eru.
    6. Sakir kunnu upprættast ímóti einum ella fleiri leikarum ella mótvegis øllum liðinum. Game Admins og fyriskiparar taka støðu til hvørjar avleiðingarnar skulu vera.
    7. Allar sakir skulu sendast skrivligt til eSport.fo á facebook ella á Discord bólkinum undir kanalini “sak-upprættan”, har sakirnar verða viðgjørdar privat.
  1. Reglubrot og revsingar
    1. Revsingar eru samsvarandi við, hvussu ring brotini á reglugerðini eru.
    2. Um eitt lið kemur ov seint til dystin:
      1. Liðið missir eitt ban fyri fimmta hvønn minutt teir eru ov seinir
      2. Um liðið er 15 minuttir ov seint, so tapa teir dystin
    3. In-game atburður sum hevur eitt beinleiðis endamál at kreinkja mótstandandi spælarar verður ikki tolið. Hvør sak verður viðgjørd fyri seg av Game Admins og um sakin er revsibar, so kann revsingin fara frá einari ávaring til burturvísing úr Effo Deildini: 
      1. Ávaring
      2. Ikki loyvdur at verða leikaður í 1 dyst
      3. Ikki loyvdur at verða leikaður í 3 dystir
      4. Burturvístur frá Effo Deildini
      5. Burturvístur frá øllum kappingum framyvir hjá eSport.fo, League of Legends ellar øðrum kappingum.
    4. Reglubrotini verða revsað harðari um tað er endurbrot. Harafturímóti verður tað mildari revsing, um tað er fyrsta reglubrot.
    5. Um mann vitandi misnýtir ‘bugs’, so verður dysturin auto-taptur, og spælarin sleppur ikki at luttaka í næsta dystinum. 
      1. Um hetta endurtekur seg, verður spælarin burturvístur úr Effo Deildini.
    6. Ikki er loyvi at nýta hjálpitól sum ikki eru loyvd av Riot Games
      1. Tað vil siga at tól sum t.d. Overwolf og Porofessor eru loyvd, men scripting og tílikt er strangliga bannað
      2. Um tað er prógva at eitt tílíkt bannað tól er í brúk av einum spælara so verður spælarin koyrdur úr Effo Deildini. Hetta kann møguliga fyribyrgja spælaranum at sleppa uppí framtíðar kappingar hjá Esport.fo.
    7. Tann spælarin sum eigur brúkarin skal spæla á tí brúkarinum
      1. Um hetta reglubrotið verður framt, verður spælarin, ið eigur brúkaran, koyrdur úr Effo Deildini. Hetta kann møguliga fyribyrgja spælaranum at sleppa uppí framtíðar kappingar hjá Esport.fo.