Effo Deildin
Reglugerð
Reglugerðin er galdandi frá dagsdato 1. November 2020. Reglugerðin kann til eina og hvørja tíð dagførðast, uttan at neyðugt er at boða frá. Reglugerðin er bygt uppá at fáa balansu ímillum tað kappingarliga aspekti, og til at stuðla undir leikarum at spæla á høgum støði.
Game Admins ella fyriskiparir* (*við samtykkið frá øllum fyriskiparunum og Game Admins), kunnu broyta reglugerðina.
Brot á reglugerð skal beinleiðis sigast til eSport toymið / Game Admins. Tilber at skriva beinleiðis til Game Admins, og eisini ber til at skriva til eSport.fo á Facebook, soleiðis at boðini koma út til allir Game Admins samstundis.
Brot á reglugerð skal avgreiðast av Game Admins(1) ella av fyriskiparunum(2) av Effo Deildini. Avleiðingingar av brot av reglugerðunum eru ymiskar. T.d. kann liði ið brýtir reglugerðin fáa default loss, fáa leikbann (1 dyst ella fleiri), ella verða koyrd beinleiðis úr deildini, har liði møguliga ikki fær innbjóðing at koma aftur til næstu sesong. Avleiðingarnar eru ymiskar, ann uppá hvat brot er á reglugerðini.
Reglugerðin er galdandi fyri allar League of Legends kappingardeildir.
Game Admins
Rúni Winther Johnsen, slapfo
Arnar Lognberg, t Arnarchy
Fyrikisparar, toymið
Rúni Winther Johnsen, slapfo
Arnar Lognberg, t Arnarchy
Petur D. Petersen,
Sámal Kristiansson,
Gilli Samuelsen,
Jákup Breckmann,
Skráseting og váttan
Allir leikarir skulu verða skrásettir á okkara privata Effo Deild Discord servara. Manglandi leikarir / lið skulu venda sær til toymið.
Eitt lið kann hægst hava 7 spælarir, har ið hvør spælari skal kunngera sína rollu.
Allir leikarir skulu skráseta seg við sítt rætta navn til kappingina. Neyðugt er hjá øllum liðum, at vátta at leikara dáta hjá sær eru røtt á heimasíðu okkara.
Tað er ikki loyvt at broyta navn á leikarar ella á liðnøvn.
Øll lið fáa loyvið til 2 roster broytingar ígjøgnum kappingina, og fevnir reglugerðin eisini um útskiftarar. Tað vil siga, at liði kann maks skifta út 2 leikarir yvirhøvir, fyri alt liði. Nýggir leikarir skulu gjalda skrásetingargjaldi, ið sett er á fyri at verða við í kappingina.
Roster change reglugerðin er bert galdandi fram til 13 umfar er spælt, tað vil siga áðrenn 14 umfar verður spælt. Hetta er fyri, at lið ikki kunna fáa sær aðrar leikarir inn fyri aðrar leikarir áðrenn finalur verða leiktar, fyri at møguliga styrkja liði hjá sær.
Tilber ikki at spæla í bæði Deild B og Effo Deildina samstundis. Eisini galdandi fyri útskiftarar.
3/5 reglugerð. Lið frá fyrru sesong hava beinleiðis atgongd til sesongina, um 3 út av 5 í roster eru teir somu. Liðnavn kann broytast. Hetta er ikki galdandi fyri útskiftarar, og eiheldur 7 / 8 pláss í Effo deildini, tí tey verða skrásett til at fara niður í deild. Sama reglugerð er galdandi fyri Deild B, har nummar 1 og 2 skulu nýta minst 3 / 5 roster fyri at hava beinleiðis atgongd til næstu sesong(Er eisini galdandi fyri vinningin hjá Deild B. Tað vil siga, at tað ongantíð kunnu koma 2 lið burturúr, hvørki nummar 1 ella 2 í Deild B, ið fáa ókeypis og beinleiðis atgongd til næstu sesong).
Hvør spælari á liðnum skal hava goldið kappingargjaldið áðrenn fyrsta dystin teir spæla í.
Spæli tíðir
Effo Deildin leika sum útgangspunkt altíð Týsdag og Hósdag. Legg til merkis, at um neyðugt er, kann toymið flyta dystir til onnur tíðspunkt. Víst verður á dystarskránna. Í førum har dystir verða leiktir onnur tíðspunkt enn teir ásettur dagarnar, verður roynt at samskiftast best tilber við liðini væl framman undan.
Deild B leika sum útgangspunkt Mánadagar og Mikudagar. Toymið kann broyta dagar, um neyðugt er (víst verður til ovara reglugerð, Effo Deildina.).
Øll lið hava loyvið til 15min at fara inná dystin*. Tað vil siga, um dystur er ásettur til at byrja 19:15, so hava liðini loyvi til at byrja (start ban/pick phase) seinastalagið 19:30.
*Undantøk er t.d. stroymingsdystir. Hesir dystir skulu byrja á ásetta tíðspunkti, og er 15 min reglugerðin ikki galdandi tá. Stutt um hetta merkir, at viðmælt er, at liðini eru í lobby 10min áðrenn dysturin skal byrjast, soleiðis at stroymingin og hyggjarar ikki skulu sita og bíða eftir at liðini koma inná.
Discord / Ingame / Coach
Tað er loyvt at hava Coach, og Coach má bert nýtast til Pick / Ban Phase, tá leikt verður. Misbrúk av Coach til hjálp inni í dystum kann geva beinleiðis leikban ella strangari avleiðingar til alt liði. Um frænur kemur av at lið gera hetta, er kann beinleiðis disqualification og ban uppstanda.
Lið í Effo Deildini skulu nýta okkara privata Discord servara til at samskiftast við. Hetta fyri, at lið ikki kunnu nýta coach sum misbrúk við at stroyma á discord.
Discord stream er bannað, tosað er um at 5 mans hava spælt og ein 6th hevur shotcalla og coacha teir ígjøgnum dystin.
Tað er loyvi at brúka útskiftarar ímillum dystir, men ikki tá ið ein dystur er í gongd.
Øll lið spæla 2 ferðir ímótir hvørjum øðrum.
Tá kappingin er liðug, koma topp 4 liðini víðari í einari bracket finalu. Um javnleikur er í stigum, og topp 4 ikki kunnu avdúkast tá kappingin er liðug, skulu tey lið, har javnt stig er, leika Bo3 fyri at vátta hvat fyri lið er bjóða til bracket finalu.
Nummar 1 í kappingin fær fyrimun við at velja hvørjum teir ynskja at leika ímótir í bracket finalu (liði kann velja at spæla ímótir nummar 2, 3 ella 4), og annars er liði við mest stig sum hevur fyrimun at velja síðu fyrsta game.
Pausur
Lið hava loyvið til 2 pausur inni í dystunum, við maks. 2 min.
Technical pausa er bert loyvt, um prógv kann verða fyri at hetta er neyðugt. Tó maks 5 minuttir til at rætta uppá tekniskir trupuleikar, og maks 1 ferð per dyst og per lið.
Tá spælið byrjar, er maks 1 min loyvd pausa (tvs, tá banin er loadaður / liðini eru júst komin inná, og tíðin ikki er rokkin 0s, áðrenn dysturin veruliga byrjar)
Ikki er loyvt at misbrúka pausur til at roykja, heinta mat, fara á WC ella annað órelevant fyri taktik fund. Hetta er nakað ið altíð skal gerast áðrenn dysturin byrjar.
Flyting av dystum og annað
Fororð: Vit ynskja, at allir dystir verða leiktir. Tískil eru vit altíð til staðar at flyta dystir best tilber, har neyðugt er at hava tætt samskifti hjá bæði liðunum og fyriskiparar. Vit gera altíð okkara besta, fyri at hjálpa tykkum til at leika tykkara dystir. Her er neyðugt við solidaritet fyri øll liðini, kappingin og samskifti ímillum toymið. Haldi okkum til góðar, tá tit ynskja at flyta dyst.
Dystir ið ynskja at flytast, skulu boða frá minst 48 tímar áðrenn dysturin skal leikast.
Um eitt lið ikki møtur upp til tíðina, so kann hitt liðið diskvalifisera teir aftaná 15 minuttir.
Dystir ið skulu stroymast, kunnu sum útgangspunkt ikki flytast.
Fyri at dystir kunnu flytast, er neyðugt at seta seg í samband við hitt liði fyrst og fremst, har bæði liðini royna saman at finna eitt nýtt tíðspunkt at leika. Eftir hetta, skal toymið kontaktast, har váttan frá bæði liðini eru, at dysturin skal flytast til annað tíðspunkt.
Allir dystir skulu altíð leikast áðrenn vikan er av, har dysturin upprunaliga er settur til at verða spældur. Tað merkir, at um ein dystur átti at hava verið spælt Týsdag, so kann dysturin ikki flytast longri aftur enn til Sunnunátt, sama vika. Sama er galdandi fyri allar dagar. Undantøk eru bert galdandi, um toymið metir tað verður alneyðugt at flyta ein dyst longri enn tann komandi sunnunátt, í sama viku.
Tað er ikki loyvi at misnýta bugs til at vinna fyrimunir. Um tað er prógvað, skal dysturin leikast umaftur sum avleiðing, ella toymið kann straffa við harðari revsing til liði.
Livestroyming
Øll lið hava loyvið til at livestroyma sínar egnu dystir á Twitch, Facebok ella Youtube.
Øll livestroyming av hesum er undir egna ábyrgd, og tað verður strangliga viðmælt, at minst 3 minuttir delay er á stroymingina.
Ímeðan ein dystur av tveimum liðum verður livestroymaðar av eSport.fo(Team A og Team B), har er tað ikki loyvt hjá dystandi liðunum at fara inná at hyggja / lurta.
Um dystur verður livestroymaður av fyriskiparunum (eSport.fo), er ikki loyvt at livestroyma POV ella spectate av øðrum leikarum. Hetta fyri, at eingin stjalur hyggjarir(viewers) frá hvørjum øðrum.
Hvønn dag verða allir dystir sum útgangspunkt livestroymaðar. Har koma eisini at verða dystir spældir off-stream tann dagin, og teir skulu verða spældir áðrenn teir streamaðu dystirnir. Undantøk kunnu uppstanda.
Champions
Allir champions, ið eru óbalanseraðir ella verða reworked, eru ikki góðtiknir í kappingini. Toymið góðkennur champions so við og við. Listin verður dagførdur av og á.
Tað er loyvi at brúka placeholders til champions í champion select. Men tað er týdningarmikið at tit kunngera hvør champion tað er til captain hjá hinum liðinum frammanundan (lock-in).
Champions ið ikki er góðtiknir, eru hesir:
Listin kann til eina og hvørjatíð broytast, tá eSport toymið ella Game Admins meta, at teir champions eru nóg væl balanseraðir.

Deild B
Stigatalvan verður dagført annan hvønn dag