Mannagongd og dystarskrá til Deildurnar

Format
Kappingin er deild upp í tveir partar. Sesong og endaspæl.

Sesongin verður frá 23. Mars til 5. Juli.
Átta lið eru í Elektron deildini, og øll liðini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum.
Dystirnir verða Bo3 format, og byrja týskvøld og hóskvøld kl 19.00. (Sí. Reglugerð um flyting av dystum um neyðugt er at flyta dystin)

1 Stig fyri vunnan dyst av Bo3.
Tabellin gongur eftir stigum, og síðan eftir map muni. Um javnleikur verður um plássini, verða tiebreakers spældir 29. Juni. Kl 19.00.
Top fýra liðini í Elektron deildini koma víðari til endaspælið.
Botn 3 liðini vera koyrd úr Elektron deildini, og mugu spæla undankappingina enn einaferð.

Endaspælið byrjar 5. Juli kl 16:00 í Hoyvíkshøllini.
Liðini møta kl 13:00 so tey kunnu gera seg heilt kláran.
Um eitt lið ikki er klárt kl 16:00, tapa teir eina map.
Báðar semi-finalurnar verða spældar samstundis fyri 200+ áskoðarum og einum live stroymi.
Finalan byrjar kl 19:00.
Allir dystirnir vera spældir í einum Bo3 formati hendan dagin.

Her sæst dystarskráin til Elektron Deildina. Deild B kemur væntandi út ímorgin ella hósdagin, 22 Mars. Tað skal tó viðmerkjast, at Deild B byrjar Mikudagin 28 Mars, og fara framyvir tá at spæla Mánadagar og Mikudagar. Allir dystir byrja vanliga klokkan 19:00, tó kunnu liðini avtala hetta innanhýsis. Vit vita ikki um vit livestroyma Deild B enn, men tað kann fyrikoma spontant.

Grønar dystir kunnu IKKI flytast uttan avtalu við Game Admin, tí teir verða streamaðar.

Cart
  • No products in the cart.