Mannagongd og reglugerð

Nú styttist til undankappingina og harvið eisini til Elektron deildina! Elektron deildin byrjar tann 12. Februar klokkan 19:00 og spælt verður um góðar 50.000,- í vinningum tilsamans.

Freistin at melda seg til undankappingina og Elektron deildina er Mikudagin 30. Januar klokkan 20:00. Tá ein meldar leikarar og lið til, skulu navn, in-game navn og Steam ID 64 upplýsast. Hetta fyri at avmarka hættirnar spælarar kunnu snýta onkusvegna.

Tilmeldingar leinkja:

https://goo.gl/forms/LQ94kzrsNNnyIn5h1

Map pool

Í Sesong 5 og í undankappingini nýta vit Active Map Pool hjá Valve.
Tað merkir at spælt verður á:
– de_dust2
– de_cache
– de_mirage
– de_nuke
– de_train
– de_inferno
– de_overpass

Mannagongd

Til undankappingina er tað soleiðis, at á heimasíðu okkara undir CS:GO síðuni verða skjøl og yvirlit yvir allar dystirnar. Har kemur at standa júst hvørjum tit skulu spæla ímóti, og eisini hvørjum servara tit skulu spæla á. Møguligt verður at síggja hvørjir leikarir eru á hvørjum liði, og samstundis eisini ein leinkja til liðskiparan, soleiðis at liðini kunnu avtala tíðspunkt innanhýsis.

Tá liðini skulu spæla verður upplýst hvørjum servara dysturin verður spældur á inni á heimasíðuni hjá okkum. Eisini ber til at skriva til eSport.fo á Facebook fyri hjálp.

 

Fyri at connecta til servararnar skulu leikararnir nýta hesar commands í console:

Server 1: Connect csgo-server1.esport.fo;password esportfo

Server 2: Connect csgo-server2.esport.fo;password esportfo

Server 3: Connect csgo-server3.esport.fo;password esportfo

Server 4: Connect csgo-server4.esport.fo;password esportfo

Server 5: Connect csgo-server5.esport.fo;password esportfo

Server 6: Connect csgo-server6.esport.fo;password esportfo

 

Um tað er fyrstuferð at tú nýtir console, so ber til at fylgja við hesu vegleiðingina. https://www.youtube.com/watch?v=KET1HFw2PWE

 

Tað ber eisini til at leita eftir servarunum hjá eSport.fo undir “Community Servers”. Lættast er at raðfesta eftir “ping”, tí servarnir eiga at liggja millum 5-8ms ping, tá man er bústaddur í Føroyum.

 

Tá spælast skal

Eingin check-in skipan verður í ár. Til undankappingina er bert neyðugt at fara inná servaran og byrja dystin við !ready. Um liðini tørva hjálp, ella at tað ikki riggar at byrja dystin, so kann ein Game Admin koma inná servarin og byrja dystin fyri liðini. Game Admins eru:

Sláp “ https://steamcommunity.com/id/slapfo/

JayVeeDee “ https://steamcommunity.com/id/exirpit/

Frosty “ https://steamcommunity.com/id/FrostyFO/

Liðið ið hevur heimabana, tvs Lið 1, skal altíð banna(veto) bana fyrst. Tað merkir, at Lið 2 skal velja hvørja síðu tey spæla á. Til undankappingina er tað tilvildarligt hvør er Lið 1 og Lið 2. Tað er sera umráðandi hjá øllum leikarum at hyggja hvat stendur í menu’ini inni í CS:GO, tí liðini fáa ikki møguleikar at veto’a ella velja síðu umaftur. Sí vegleiðingina niðanfyri.

 

Undankapping

BO1 Veto

Liðini skiftast um at banna maps til bæði liðini hava bannað 3 maps í part. Tann 7. map sum síðani er eftir, verður tann sum liðini spæla á. Áðrenn dysturin veruliga byrjar, verður ein knívrunda fyri at avgerða hvat fyri síðu liðini byrja á.

tldr: ban/ban/ban/ban/ban/ban/last map is played

Kappingardeildin – Elektron Deildin

BO3 Veto

Hvørt lið byrjar við at banna eina map í part, og síðani picka liðini hvør sína mappu í part. Tað liðið sum ikki valdi mappuna sleppur at velja hvørjari síðu tað ynskir at byrja á. Eftir hetta banna liðini aftur hvør sína map í part, og síðani er bert ein map eftir, sum verður 3. Map í seriuni í millum liðini.

tldr: ban/ban/pick/pick/ban/ban/last map is 3rd map in series

 

Tá dysturin er liðugur

Í undankappingini er neyðugt at tit skriva til eSport.fo á Facebook. So verða tølini (Bracket skipanin) dagførd beinavegin. Hagtøl fyri leikarar verða automatiskt dagførd, og eisini verður raw-data automatiskt á heimasíðuni. Leggið til merkis, at næsti dystur skal altíð byrja skjótast gjørligt, og tískil hevur dystur nummar 2 og 3 ikki nakað tíðspunkt til byrjan.

Til kappingardeildina verða summi av tølunum automatiskt dagførd, í meðan onnur tøl taka upp til 48 tímar at viðgera. Tøl til stigatalvuna kunnu verða upp til 48 tímar aftanfyri, men roynt verður at dagførða tey hvønn dag. Tó so, eru øll raw-data á heimasíðuni, so tað ber altíð til at síggja úrslitini fyri dystir ið hava verið, og eisini hagtøl fyri leikarar.

 

Reglugerð

Øll lið hava møguleika fyri at kæra eitt lið ella eina avgerð. Hetta við at skriva til eSport.fo á Facebook, og síðani verður ein avgerð tikin sum er grundað á reglugerðina niðanfyri, ella verður kæran sent til eSport.fo nevndina, har 10 limir sleppa at atkvøða og argumentera útfrá teimum upplýsningum sum teir hava. Ein sak skal vanliga altíð hava skrivliga próvførslu frá øllum partum. Vanligast er, at tað er eitt lið sum ákærir eitt annað lið, og tískil skulu bæði liðini gera felags próvførslu hvør sær.

Um ein spælari snýtir fær viðkomandi í minsta lagið 1 ára leikbann, tó ofta 2 sesong leikbann ella upp í varandi leikbann. Tað ber til at boða frá um ein leikara til eSport.fo. um ein heldur at viðkomandi snýtir. Tað mest effektiva er at fleiri spælarir ið eru samdir samlast um málið. Síðani fer eSport.fo toymið á 10 fólk at taka eina avgerð um spælarin snýtti ella ikki, og hvør revsingin skal verða. VAC-ban er beinleiðis ban.

Her er reglugerðin, og hon sæst eisini á CS:GO síðuni hjá okkum framyvir.

Meginreglan er tann, at dystir altíð skulu byrja klokkan 19:00. Tó so hava øll lið 15 minuttir eyka avtrat tí ásettu tíðini, so t.d. Klokkan 19:15. Leggið til merkis, at eSport.fo kann loyva einum liði ‘fair-use’ ið merkir at liðið kann møta t.d. Upp til 10 min seinni. Hetta verður grundað á hvørjar orsøkirnar eru til at liðið kemur ov seint, og tað er tískil upp til eSport.fo um tað er nóg nógv grund til at liðið kemur for seint.

Tað er ikki loyvt at skifta ein leikara út mitt í einum dysti, uttan at tað prógvað er, at ein leikari hevur trupulleikar við útgerð síni. Trupulleikar við internetinum verða vanliga ikki góðkendir sum grundgeving, men tó kunnu undantøk verða viðvíkjandi hesum. Hetta skal skjalprógvast skrivliga og við myndaligum tilfari.

Skráseting av liðnum

Tað er í løtuni ikki loyvt at hava útlendingar á liðnum, undantikið tá viðkomandi býr í Føroyum. Annars er reglugerðin soleiðis, at neyðugt er at hava búð helvtina av lívi sínum í Føroyum. Undantak viðv. hesum kann avgreiðast við eSport.fo.

Finalan

Finalan skal spælast á LAN. Tað merkir at øll lið í Elektron Deildini mugu verða fyrireikaði uppá tað, at tey skulu spæla offline / LAN í Føroyum. Finalan verður spæld í einum BO5 formati. Eingin leikari kann luttaka í LAN finaluni uttan at verða til staðar í hølinum har LAN finalan verður hildin.

Bert nummar 1 og 2 koma í finaluna, og tískil merkir tað, at tað verður eingin semi-finala. Tó er eitt undantak til hetta, sum er, at um liðini hava líka stig og map-mun, so skal tað spælast BO3 millum tey liðini.

Um nøkur lið eru jøvn í stigum, har talan er um vinningar, skulu dystirnir avgerast í einum BO3 formati eftir avtalu við eSport.fo, tó ikki seinni enn 22 Apríl.

Útskiftarir

Tilber at melda útskiftarar til liðini fram til helvtina av kappingarárinum, grundað á tað at leikarin betalur vanligan limaskap í deildini. Eftir tíðarfreistina skal grundgevast gjølla fyri hví liði hevur tørv á einum útskiftara avtrat á skrivligum hátti, sum síðani kemur til eSport.fo nevndina á 10 fólkum.

Sum útgangsstøði verða vinningar bert latnir til leikarar á main roster, ið merkir, at tað er upp til liði at deila vinningin/vinningarnir til útskiftarnir. Liðið fær ikki hægri vinning fyri hvønn leikara skrásett á liðnum.

Vinningar

Vinningarnir verða lætnir skjótast gjørligt eftir at endaligt úrslit er komið fyri kappingardeildina.

Vinningarnir verða handaðar eftir avtalu við eSport.fo ella beinleiðis av stuðlunum.

Flyting av dystum

Liðini hava møguleika fyri at flyta dystir við at avtala hetta millum sín. Tað skal tó avtalast við eSport.fo, soleiðis at ein servari kann tillutast til dystin.

Dystir ið skulu stroymast kunnu ikki flytast innanhýsis. Tað skal tá avtalast við eSport.fo áðrenn við grundgeving. Ein listi yvir hvørji lið verða stroymað verður lagdur á CS:GO síðuna hjá okkum.

Pausa

Tað er loyvt at pausa í dystinum við góðum orsøkum, t.d. at práta um taktikk. Tað er IKKI loyvt at pausa fyri at fara at roykja, eta ella nakað ið ikki er umráðandi fyri dystin.

Tað er ikki loyvt at hava pausur millum BO3 dystir, ið eru óneyðugar langar. Sum regul ynskja vit at royna at halda pausur á maks. 8 minuttir eftir hvønn dyst. Misbrúk av hesum kann føra fyri straff. Tað er tá eSport.fo sum velur um grundgevingin er ‘fair-use’ av pausuni.

Tað er loyvt at brúka ‘technical’ pause um neyðugt er fyri tí, um til dømis okkurt tekniskt brek er hjá einum spælara. Tað er tá neyðugt at skriva !tech. Tá fær spælarin upp til 6 minuttir at rætta uppá tað. Sami leikarin kann bert brúka tað einaferð. Misbrúk av hesum kann geva straff til alt liði, sum til dømis at fáa Default map loss ella Default loss fyri eina seriu.

Misnýtsla av bugs á banum

Tað er ikki loyvt at misnýta bugs á banum. Verður hettar gjørt, tekur eSport.fo toymi avgerð um revsing til alt liði.

Bumba

Ikki er loyvt at misbrúkað bugs við bumbum, t.d. at boost planta bumbuna, planta har tað ikki er gjørligt at defusa ella at hoyra bumbuna.

Scripts

Scripts sum t.d. Bunnyhop, maphack, wallhack, skinshack, skinchanger, aimbot osv er IKKI loyvt, og beinleiðis straff kann gevast.

Jump Throw er ikki loyvt.

Buy-script er loyvt.

Aðrar reglur

Allir dystir skulu spælast 5v5 óansæð um nøkur innanhýsis avtala er gjørd í millum liðini.

Tað er ikki loyvt at brúka spælarar ið ikki eru skrásettir at einum liði.

Tað er ikki loyvt at verða við í tveimum liðum, heldur ikki tvørtur millum kappingardeildunum.

Haturstala og spot er ikki loyvt, og kæra kann reisast ímótir leikarin/leikarnir. Í teimum førum, at tað verður kært til okkum, og vit taka undir við kæruni,  kann leikarin/leikarnir revsast soleiðis at teir ikki hava loyvið at spæla komandi 2-6 dystirnar. Hetta verður avgjørt av eSport.fo nevndini.

Cart
  • No products in the cart.