Mannagongd til CS:GO – Sesong 3

Hvussu checkar man inn?

Nýggja skipanin skal gera tað lættari at spæla kappingardystirnar, har man millum annað kann velja sær dystin ið man vil spæla, og hvat fyri tíðspunkt. Vit viðmæla strangliga í byrjanini, at bæði liðini møtast á Teamspeak áðrenn ætlaða tíðuna teir skulu spæla, fyri at samskifta um nær og hvønn servari teir skulu spæla. Skipanin er bert royndur innanhýsis, og tískil kann ein vænta sær, at onkrir feilir verða í byrjanini.

Í okkara nýggja skipan fáa øll lið ein brúkara frá okkum, har man skal innritað fyri at kunna checka inn. Brúka liðnavni + loyniðorði vit senda tykkum fyri at innritað.

Tá man er innritaður, skal man bert finna sær dystin ið man skal spæla, og síðani trýsta á “check inn”. Um man velur skeivan dyst, skal man bert trýsta á “check út” mitt á skerminum, ella um ongir servarir eru tøkir, trýst á “ok” og skriva til eSport.fo á facebook.

Tá bæði liðini hava checka inn, fáa tit ein servari og allir spælarnir verða ‘whitelistaðir’. Síðani skal man kopiera leinki á skerminum inn á console, fyri at connecta. SÍGGJ HVUSSU MAN GER VIÐ CONSOLE HER: https://www.youtube.com/watch?v=xcTqMj2Otmk

RITA INN HER Á OKKARA CS:GO SÍÐU:
https://esport.fo/csgo/ 

Skipanin verður dagførdur leypandi, har feilir verða bøttar um, og nýggjar funkur verða lagdar avtrat. Haldi okkum til góðar!

In game

Tá bæði liðini eru á servarinum og eru klárir, skulu bæði liðini FYRST skriva “.veto” fyri at byrja. Hettar ger tað møguliga hjá tykkum um at velja banar ið spælast skal.

Tá banarnir eru valdir, skulu bæði liðini skriva “.ready” í kjatt fyri at byrja dystin.

Dystirnir byrja vanliga klokkan 19:00, og liðini hava 15 min at koma inná servarnir. Broytingar í tíðunum kunnu fyrikoma, so fylgi altíð við á www.eSport.fo fyri seinastu dagføring av tíðunum. Tað er ikki altíð at liðini verða kunnaði umvegis facebook áðrenn, tó gera vit vanliga ongantíð broytingar sama dagin eitt lið skal spæla, og vit royna at avtala við bæði liðini áðrenn hvørjaferð.

Um eitt lið ikki er á servarinum áðrenn 15 min yvir avtalað tíð, so kann hitt liði velja at fáa default win. Tað skal tó skjalprógvast við einum myndi av scoreboard in-game og skrivast/sendast til eSport.fo á facebook sum skjótast. Tað ber IKKI til at fáa default win um liðini byrja dystin eftir teimum 15 min. Liðini kunna avtala innanhýsis um at byrja dystin seinni sama dag, men skulu avtala við eSport.fo um at broyta dato á dystinum.

Tá bæði liðini eru á servarinum ið er tillutaður teimum, skal BERT liðskiparin trýsta á .veto í kjatt. Hettar setur bann-pick-processiona ígongd.

  1. Bæði liðini skulu møtast á mid fyri at kníva um HVØR skal bannað fyrst, tað liði sum bannar næst sleppur at velja tann banan ið skal spælast. T.d.
    1. á menu’ina eru 2 banar eftir:
    2. De_Nuke
    3. De_Cache
    4. Tá 2 banar eru eftir á menu’ini, skal tað IKKI bannast, men VELJAST hvør skal spælast
    5. TIP: Lesið altíð hvat stendur ovast á menu’ini in-game.
  2. Síðani skulu allir skriva .ready á kjatt fyri at byrja spælið, eru trupulleikar, kemur ein admin inná og RESETTAR dystin / ger knív runduna manuelt fyri tykkum.

Krøv til liðini

  • !!! Seta teamtag á ÁÐRENN fari verið á servarin. Verður hetta ikki gjørt, kann liði fáa loss fyri dystin og fær ikki hjálp aftaná dystin ella atgongd til demos, statistik og annað. Sí her fyri hvussu tit gera. https://www.youtube.com/watch?v=jZqFhje-9IE 
  • Liðskiparnir logga á okkara Teamspeak, fyri at fáa samband við hitt liði ella fyri at fáa hjálp. Vit viðmæla altíð at nýta okkara Teamspeak servara, tað ger tað lættari at fáa samband við hitt liði og fyri at fáa hjálp
  • Gera .veto tá allir liðmenn eru á servarinum
  • Fylgja við nær tit skulu spæla, eru spurningar, spyrji inni á okkara Facebook ella Teamspeak, og fortelji fyrst hvat fyri lið tit eru
  • Hyggi á channel inni á teamspeak – har stendur COPY & PASTE til console-joining til servarnir um ivamál er. Á eSport.fo stendur eisini hvønn servara/addressu tit skulu á við COPY & PASTE

Map pool

Í Sesong 3 fylgja vit Valve’s almenna Active Map Pool.

Hesir banarnir verða spældir í CS:GO kappingardeildunum og í eyka kvalifikatiónini, og bæði liðini skulu bannað fram til tá 2 banar eru eftir, og tá skal tað síðsta liði VELJA bana. Admins eru klárir á teamspeak til at hjálpa, resetta, gera knív rundar og svara spurningar. UM admin heldur at ein feilur hevur verið í, kann hann RESETTA dystin og force’a at byrja av nýggjum. Hetta hendur vanliga bara tá feilur er í knív rundunum.

Active Map Pool

Mirage
Train
Nuke
Cache
Cobblestone
Overpass
Inferno

SNÝT og aðrar reglur

Um ein spælari snýtir, fær spælarin MININUM 1 árs bann, upp til 2 sesong ban ella perma ban. Tað ber til at rapporterað til eSport.fo um ein heldur at ein snýtir, best er at samla fleiri ið siga tað sama áðrenn vit takað tað seriøst. Síðani ferð eSport.fo toymið(14 fólk) at takað eina avgerð um spælarin snýtti og skal fáa ban. VAC-ban er beinleiðis ban.

Bo3
Um tað eina liði trýstir skeivt á menu’ina, SKAL tað spælast / bannast avlíkavæl. Liði fær ikki møguleikan at

Misbrúka bugs á banum
Tað er ikki loyvt at misbrúkað bugs á banum ið gevur fyrimun til liði. Verður hettar gjørt, tekur eSport.fo toymi avgerð um straff til alt liði.

Bumba
Ikki er loyvt at misbrúkað bugs við bumbum, t.d. at boost planta bumbuna, planta har tað ikki er gjørligt at defusa ella at hoyra bumbuna.

Pausa
Tað er loyvt at pausa í dystinum við góðum endamálið, t.d. taktik. Tað er IKKI loyvt at pausa fyri at fara at roykja, eta ella nakað ið ikki er serliga viktigt fyri dystin.

Scripts
Scripts ið geva fyrimun yvir hitt liði, t.d. bunnyhop, aimbot osv er IKKI loyvt, og beinleiðis straff kann gevast. Buy-script er loyvt.

 

OSS

[Script] Jump Throw er ikki lov.

1 pausu per lið í hvørjum dysti(tactical), um tekniskir trupuleikar eru, so kann ein admin kann koma inná og pausa fyribils(avgerð hvussu leingi hon er tá).  180 sekund per pausa.

Hvørt lið kann hava 3 útskiftarir, og teir kunnu spæla í allar dystirnar. Teir kunnu útskiftast um tekniskir trupuleikar eru í meðan spælið er, og annars aftaná hvønn dyst ber tað til at skifta spælara út.

Allir dystir skulu spælast 5v5, óansæð innanhýsis avtala.

Fyriskiparir hava ikki loyvið at verða við, tó kunnu frásøgufólk verða á einum liði. Admins ið hjálpa við servara tilfarið eru ikki fevnd sum fyriskiparir.

Cart
  • No products in the cart.