Mannagongd til Undankappingina #4

So eru vit klár at avdúka mannagongdina og kappingarskránna til undankappingina hjá Elektron deildini!

15 lið hava meldað seg til Sesong 4, og tað er enn einaferð eitt nýtt met! Vit eru sera fegin um hesa sera góðu luttøku. Til tey sum ikki náddu at melda seg til hesuferð, so verða tað fleiri kappingar á eLan #2, og eCup #2 verður eisini aftur í September. Hesuferð spæla liðini um góðar 50.000,- í Elektron deildini, í meðan Deild B spæla um upp til 5.000,- tilsamans.

Mannagongdin er soleiðis

Øll liðini eru koyrd í 3 bólkar og allir bólkarnir skulu verða liðugt spældir fríggjakvøldið tann 16. Mars. Vinnararnir í hvørjum bólki eru beinleiðis víðari til Elektron deildina, meðan nummar 2 og nummar 3 fara víðari í eina bracket skipan, har sum nummar 1, 2 og 3 sleppa í Elektron Deildina.

Niðanfyri sæst hvørji lið eru í hvørjum bólki.

Her sæst hvørjum liðini spæla ímóti. Allir dystir í bólkaspælinum eru Bo1, so tað ræður um at venja áðrenn og verða til reiðar til dystardagin – tað verður press á! Leggið til merkis hvørjum servarum tit spæla á. Hvør “linja” er tann sami servarin ígjøgnum alt bólkaspælið.

Dystirnir byrja klokkan 19:00 fríggjakvøldið, og næsti dystirnir byrja ASAP tá bæði liðini eru klár. 

Her sæst hvussu liðini dystast Leygardagin. Tey liðini sum eru best fyri, við atliti til hagtøl, sleppa beinleiðis víðari til Rundu 2. 3 plássið skal avgerðast sama kvøld – tí tað er nemmiliga teir síðstu sum sleppa víðari til Elektron deildina fyri at spæla um 50.000,- í vinningum.

 

Her sæst livescore/brackets. 

Cart
  • No products in the cart.