Mannagongdin til CS:GO Kappingina!

Nú loksins fyrsta CS:GO kapping aftaná summarsteðgin ferð at byrja, biðja vit øll lesað mannagongdina væl og virðiliga, soleiðsnar, at eingin ivi er um, tá møtast skal upp, dystast og hvat hendir aftaná dystin.

FÁ PLÁSS ERU EFTIR!

Seinasta freist til at melda seg til, er mikudagin 14/9 klokkan 17.00. Klokkan 18.00 verða brackets-seed shuffla og seinasta hond verður lagt á kappingina. Skrivað til okkum á facebook, fyri at melda tykkum til.

Maps

Hesir banarnir verða spældir í CS:GO kappingina, og bæði liðini skulu bannað fram til tá 2 banar eru eftir, og tá skal tað síðsta liði VELJA bana. Admins eru klárir á teamspeak til at hjálpa, resetta, gera knív rundar og svara spurningar. UM admin heldur at ein feilur hevur verið í, kann hann RESETTA dystin og force’a at byrja av nýggjum. Hetta hendur vanliga bara tá feilur er í knív rundunum.

  • de_dust2
  • de_nuke
  • de_mirage
  • de_train
  • de_overpass
  • de_cache
  • de_cbble

Mannagongd.

 

Tá bæði liðini hava joina servarin ið er tilluttaður til tykkum, skal BERT liðskiparin trýsta á .veto í kjatt. Hettar startar bann-processiona,

  1. bæði liðini skulu møtast á mid, fyri at kníva um HVØR skal bannað fyrst, tað liði sum bannar næst sleppur at velja tann banan ið skal spælast. T.d.
    1. á menu’ina eru 2 banar eftir:
    2. De_Dust2
    3. De_Cache
    4. Tá 2 banar eru eftir á menu’ini, skal tað IKKI bannast, men VELJAST hvør skal spælast
  2. Síðani skulu allir skriva .ready á kjatt fyri at byrja spælið, eru trupulleikar, kemur ein admin inná og RESETTAR dystin / ger knív runduna manuelt fyri tykkum.

 

Til liðskiparirnir

  • Joina admins á Teamspeak, fyri at fáa tillutað ein servara
  • Minnast til at gera .veto tá allir liðmenn hava joina
  • Tá byrja verður (dysturin skal BYRJAST, aftaná knife-round/síðu er valt) skal liðskiparin skrivað sítt liðnavn í kjatt soleiðsnar:
  1. Um tú t.d. ert CT, so skriva í kjatt(inni í CS:GO):
  2. /ct liðnavn her
  3. og umvent um tit eru T.
  4. *GG* Hetta SKAL verða rætt, annars kann diskvalifiserast, við brúk av ørðum navni.
  • Fylgja við nær dato tit skulu spæla, eru spurningar, spyrji inni á okkara teamspeak, og fortelji fyrst hvat fyri lið tit eru!
  • Hyggi á channel inni á teamspeak – har stendur COPY & PASTE til console-joining til servarnir.

Aftaná dystin

Skrivað til okkum á facebook ella skrivað/fortel okkum á teamspeak, um hvør vann dystin(FORTEL LIÐNAVNIÐ).

 

GLHF!

Cart
  • No products in the cart.