Undankappingin til Effo Deildina byrjar 26 oktober klokkan 18:00. Spælt verður fyri at koma við í Effo deildina, aðrar deildir verða skipaðar fyri lið, ið ikki fáa pláss í Effo Deildini. Playoffs verða 26 til 29 Oktober, og fyrsta umfarið í Effo Deildini byrjar 30 Oktober klokkan 19:15.
Leikt verður 2 ferðir um vikuna at byrja við, við einari pausu tá stóru dagføringarnar verða í miðjan November. Spælt verður Týsdag og Fríggjadag klokkan 19:15.
Play offs
Spælt verður í upper og lower bracket, BO1, fram til at topp 8 lið kunnu avdúkast.
Effo Deildin og aðrar deildir
Spælt verður fýra ferðir ímótir hvørjum øðrum, og við einari endaligari bracket, fyri at koma í finaluna. Bert topp 4 sleppa at spæla um at koma í finaluna, í meðan tvey tey niðastu fara niður í næst bestu deilduni. Samstundis koma topp 2 liðini frá næst bestu deilduni upp í Effo Deildini næsta kappingarár. Skema og tíðspunktir, har spælt verður, verður kunngjørt tá liðini eru deild út í deildunum. Spælt verður 4 ferðir ímótir hvørjum øðrum.
Aðrar deildir spæla
Spælt verður Mánadag og Hósdag klokkan 19:15.
Tilmelding
Tilber at melda lið til nú á www.eSport.fo, og eisini á leinkjuna omanfyri. Kostnaður fyri at verða við er 225,- per leikari, og útskiftarir gjalda 125,-. Maks 2 útskiftarir eru á hvørjum liði.
Melda til her:
https://forms.gle/88MBGh4WfXFTUwkg7
Vinningar
Vinningar verða kunngjørdir sum skjótast, men eru á 60.000,- at byrja við.
Reglugerð
Nærri kunning av reglugerðini verða at finna á heimasíðuni, men altjóða reglugerðin hjá LCS verður nýtt, um ikki aðrar viðmerkingar ella tillagingar eru gjørdar hjá Effo Deildini.
Um dystir skulu flytast, skal hetta verða spurt um 2 dagar ella 48 tímar áðrenn dystardagin. Hetta skal avgreiðast við eSport Føroyar, Admins og hitt liði. Dystir sum verða fluttir, skulu verða leiktir áðrenn sunnudagin í tí vikuna dysturin var settur til at spæla.
Tá pre-season byrjar í LoL, kann tað verða at skemaði verður broytt fyri allar deildir.