Bólkaspælið til stórstu CS:GO kappingina nakrantíð “MLG Columbus” er byrja og liðini hava seinastu tveir dagarnir spælt tveir dystir.
Í dag fara liðini sum eru á 2. og 3. plássi, at spæla ein síðsta dyst um at koma víðari í kappingini.
Í bólki A eru tað Mousesports.CS og NIP sum fara at spæla. Liðini eru nøkulunda jøvn, men um NIP spælur til sítt besta, eru teir nokk favorittar at fara víðari.
Í bólki B verða tað liðini Fnatic og Faze Clan, ið skulu berjast um plássið. Her er tað Fnatic ið nokk fer víðari og eru favorittar at vinna kappingina.
Í Bólki C var Team EnVyUs, men teir megnaðu ikki avbjóðingina og komu tí ikki viðari í kappinigini, hóast fleiri høvdu vænta at teir fóru at koma sera langt.
CLG og Gambit fara at spæla um plássið í bólki C. Her er ringt at spáa hvør ferð víðari, tí bæði liðini hava klára seg væl, men um man skuldi betta skins á eitt lið so verður tað Counter Logic Gaming ið tekur plássið.
Í Bólki D har Virtus Pro og G2 Esport skulu spæla, verður vinnarin nokk Virtus Pro, av tí at teir vunnu á G2 Esport við úrslitinum 1-16, seinastu ferð teir spældu.
Aftaná dystnirnir í dag, kemur bracket út, har vit koma at síggja hvørji lið fara at spæla ímóti hvørjum øðrum.
EsportFo hevur eitt beinleiðis link til Twitch har bert føroyingar kunnu kjakast. Scrolla niður á CS:GO síðuni og fylg við !
Dystirnir í bólkaspæliðnum.
Ninjas in Pyjamas vs. FlipSid3 Tactics
19:17
Map: de_Cache, Bo1
Luminosity Gaming vs. Mousesports
16:13
Map: de_Mirage
FaZe Clan vs. Team Liquid
11:16
Map: de_Cache
Fnatic vs. Splyce
16:5
Map: de_Train
Team EnVyUs vs. Counter Logic Gaming
8:16
Map: de_Cobblestone, Bo1
Astralis vs. Gambit
16:10
Map: de_Train, Bo1
Natus Vincere vs. Cloud9
16:9
Map: de_Train, Bo1
Virtus.Pro vs. G2 Esports
16:1
Map: de_Train, Bo1
mousesports vs. FlipSid3 Tactics
31:28
Map: de_cbble, Bo1
FaZe Clan vs. Splyce
16:03
Map: de_inferno, Bo1
EnVyUs vs. Gambit Gaming
13:16
Map: de_cache, Bo1
G2 eSports vs. Cloud9
16:03
Map: de_dust2, Bo1
Luminosity Gaming vs. Ninjas in Pyjamas
16:05
Map: de_mirage, Bo1
Team Liquid vs. fnatic
22:19
Map: de_dust2, Bo1
Counter Logic Gaming vs. Astralis
09:16
Map: de_overpass, Bo1
Natus Vincere vs. Virtus.Pro
16:04
Map: de_cbble, Bo1
[poll id=”8″]