Vegna fult skema og troyttar leikarar, hava Na’Vi valt at trekkja seg úr DreamHack Austin og ECS.
Hetta skriva Na’Vi á Twitter. Líknandi boðum komu teir við í síðstu viku, tá teir meldaðu seg úr CEVO Gfinity Pro League Season 9 Finals.
Due to busy schedule and tiredness, we've decided to skip some events: https://t.co/TZ70tqqUCY#navinews #CS_GO pic.twitter.com/xsnMTPHSzW
— NAVI (@natusvincere) April 26, 2016
Leiðarin hjá Na’Vi, Eugene ‘ugin’ Erofeev, segði týsdagin, at so nógvar kappingar yvir so stutta tíð, hevur fingið liðið til at semjast um eina pausu. Hetta skriva theScore Esports.
“Vit hava luttikið í nógvum ymiskum kappingum – bæði online og offline – yvir stutta tíð. Hettar og onnur viðurskiftir hava gjørt leikararnar troyttar, og tað er tí vit taka hesa avgerð.”
Mynd: www.eslgaming.com
Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen.