Nú byrjar B Deildin!

So kom hon endiliga! Aftaná tvær spennandi vikur við Effo Deildini eru vit nú klár við B Deildini. Nógv spennandi lið eru her, nógv av teimum minst líka sterk sum tey í Effo Deildini, sum er sera áhugavert. Tað eru 5 lið, sum fara at kappast um at vinna B deildina og berja seg upp í Effo Deildina. 

Hesi liðini eru:

NordurVestur

Útskiftararnir

Team Below Average

Tenacious Old Boys

Spynkarnir

NordurVestur, Útskiftararnir og Team Below Average spældu øll í undankappingini, men megnaðu akkurát ikki at sleppa í Effo Deildina. Tó vístu tey seg at vera sera kappingarfør í teimum spølunum, teir spældu í undankappingini.

Tað eru so tvey lið, Spynkarnir og Tenacious Old Boys, sum meldaðu seg til aftaná undankappingina. Bæði liðini hava nógvar League spælarar, sum flestu kenna aftur frá farnum kappingum, og tað verður sera spennandi at síggja um hesir spælararnir enn eru líka dugnaligir sum teir fyrr hava víst seg at vera. Tað eru eisini summi nýggj nøvn, sum leita eftir at prógva seg. Teir, sum vinna sær fyrsta og annaðpláss í kappingini, tryggja sær beinleiðis atgongd til Effo Deildina komandi ár.

Fyrstu dystirnir byrja mánadagin 14. mars kl 20.30!

Spælararnir í liðunum, eins og stigatavla, dystaskrá og ranklist, síggjast á hesum dokumentinum:

B Deild Sesong 2

Góða eydnu til øll liðini í B Deildini og góða kapping!

Cart
  • No products in the cart.