So er dystarskráin til undakappingina klár. Tað eru 7 lið ið skulu spæla um at koma inn í Effo Deildini, har tað verður pláss fyri 4 lið afturat.
Nú er undankappingin um at vera klár! Tað verða 7 lið, ið fara at spæla í undankappingini, og bert 4 lið koma víðari inn í Effo Deildina. Spælt verður 25. februar frá kl 19:30 og 26. februar frá kl 17:00.
Spæliskipanin til undankappingina sær soleiðis út:
Dystirnir verða spældir í einum Bo1 formati, tvs. bert ein dyst millum lið A og B verða spæld. Vinnarin fer víðari í kappingini, ímeðan taparin fer niður í losers bracket, har tað ber til at berja seg inn aftur í kappingina. Men um liðið tapir ein dyst í losers bracket, so er mann úti úr undankappingini. Tað merkir, at tað er ótrúliga stór vekt á hvørjum dysti, og um mann tapir 2 dystir, so er mann úti.
Liðini skriva til hvønn annan og gera tournament draft í Custom. Úrslitið á dystunum verður koyrt inn á Discord servaran hjá Effo Deildini.
Ein týdningarmikil partur av reglugerðini er, at Renata ikki verður loyvd til undankappingina, tí hon hevur verið úti í færri enn 2 vikur. Men hon verður tó tøk mánadagin, tá Effo Deildin byrjar.
Tey, ið ikki enda í Effo Deildini fáa møguleikan at koma í Deild B. Hon byrjar so skjótt, sum dystarskráin er klár, og væntast kann, at hon byrjar umleið 9. februar. Nærri kunning kemur út í næstum.
Leikarar og liðini síggjast á heimasíðuni her:
https://esport.fo/effo-deildin-sesong-2-ratt-data/Livestroyming:
Fleiri dystir verða livestroymaðir, og tað eru frásøgufólkini, ið velja dystin. Livestroymið sæst her:
https://www.twitch.tv/esportfo
Reglugerð:
Liðini og leikarnir verða bidnir um at lesað reglugerðina her:
https://esport.fo/lol-reglugerd/