Nuke inn, Inferno út

Inferno er ikki longur í Active Duty – bólkinum. Nuke er komin ístaðin.

Í nátt komu Valve út við eini heldur størri broyting í CS:GO. Nú er de_nuke komin í Active Duty – bólkin. Við hesum er de_inferno koyrdur í Reserve Map – bólkin.

Hettar hevur størri ávirkan á professionellar leikarar í CS:GO. Dagførðingin merkir, at til tær kappingarnar, sum Valve stuðlar, verður tað ikki møguligt at velja Inferno longur. Nógvir tímar og hart arbeiði er lagt í Inferno ígjøgnum árini, og fleiri kunnu ilskast inn á, at hann nú verður skiftur út. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt; Nuke letur upp fyri nýggjum taktikkum og møguleikum, sum kunnu elva til upp- og niðurflytingar í Tier 1.

Hjá tí vanliga CS:GO – spælarinum hevur hettar tó ikki so stóra ávirkan. Um ein enn hevur hug at spæla Inferno, so kann man velja banan undir Reserve Maps.

Nógv kjak er um Inferno er rætti banin at skifta út. Hvør bani halda tit, skuldi verið skiftur út við Nuke?

[poll id=”14″]

Mynd: www.polygon.com

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen

Cart
  • No products in the cart.