Nýggja FIFA 22

Hvat er nýtt í FIFA 22?

Eitt nýtt sermerki í FIFA 22 er “HyperMotion gameplay technology” sum einans er at síggja í PlayStation 5 og Xbox Series X/S. Her hava EA lagt meira enn 4000 nýggjar animatiónir til leikarirnir, sum ger at dystir verða enn meira dynamiskir og veruligir.

Career mode fær eina ordans dagførðing, har tú nú kann skapa títt egna felag og fáa teir frá teimum lægru deildunum upp til altjóða fótbóltspallin.

Í Ultimate Team koma stórar broytingar. Eitt nú er Divisions Rivals broytt, har tað nú er eitt seasonal progression system. Nú eru checkpoints hvørja ferð man vinnur x antal dystir, soleiðis at ein spælari heldur seg til sítt skill level og er ikki revsaður ov hart um man tapur nakrir dystir. Um tú fært eitt gott win-streak, so gongur skjótari at koma upp í deildunum.

Eitt annað sermerki við FIFA 22 er, at “weekend league” nú verður via undanumfar, sum merkir at tú skalt fáa stig frá Division Rivals fyri at kvalifisera teg til undanumfarið. Í undanumfarinum skalt tú vinna x antal dystir fyri at kvalifisera teg til “weekend league” har tú kann vinna stórar premiur.

Hvørjar konsollir kemur FIFA 22 til?

FIFA 22 kann keypast í handlum tann 1 Oktober 2021 ella tann 27 September 2021 til tey sum hava pre-ordra ”Ultimate Edition”. Spælið kemur út til bæði current-gen og eldri konsollir. Til tykkum, sum ikki hava verið heppin enn og fingið fatur á einum PlayStation 5 ella Xbox Series X/S, tit kunnu fáa eina upgraderada útgávu av FIFA 22 ókeypis, tá tit fáa fatur á next-gen konsollum.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.