OG saman við Johan Sundstein í heimsmeistarafinaluni í Dota 2

Johan Sundstein spælir í hesum døgum um heimsmeistarskapið í Dota 2 saman við liðnum hjá sær, OG. Heimsmeistaraskapið hevur heitið The International, og hetta er áttinda ferð tað hevur verið. Á hvørjum árið hava vinningarnir sligið øll eSport met, og hesaferð verður leikt um 163.641.964 DKK. Vinnarin vinnur 72 mió DKK.

Hesu vikuna hevur liðið hjá Johan leikt í Upper bracket, har hava teir vunnið allar sínar dystir, ið merkir, at teir í kvøld skulu spæla í sjálva Grand Final. Tað er fyrstuferð at liðið OG megnar at koma so langt, sjálvt um liðið hevur megnað at kvalifiserað seg fleiri ferðir.

Nakrar vikur áðrenn kappingina sá tað ikki serliga gott út hjá OG, av tí at teir mistu tveir leikarar beint áðrenn teir skuldu leika í Super Major í Kina, ið er kvalifisering til at koma við í heimsmeistaraheitið, The International. Men í evstu løtu fingu teir fatur í tveimum nýggjum spælarum, ið er Ana og Topson. Tað skal tó viðmerkjast, at Topson bert hevur spælt 1 ár professionelt, og tískil var mett, at liði ikki fór at megna at koma langt.

Á liðnum hjá OG eru hesir:

Myndin niðanfyri vísur støðurnar hjá OG ígjøgnum vikuna.

Seinastu dystirnir hjá teimum verða heiðraðir sum nakrir av teimum mest serstaku dystunum nakrantíð,, av tí at OG hava ein serstakan spælistíl í mun til hini liðini, og samstundis hava teir gjørt nøkur serstøk ‘plays’ ið longu eru skrivað niður sum Dota 2 søgu. Eitt av teimum serstaku spølunum var seinasti dysturin hjá OG ímótir LGD, tá støðan var 1-1 og líkt var til, at OG fóru at tapa, gjørdi OG tað ómøguliga.

OG vóru pressaði heilt inni í basanum, har teir høvdu mist øll síni hús og verjitorn. Nærum allir hjá OG doyðu, tá LGD lupu á við øllum monnunum, og LGD royndu beinanvegin at bresta Ancient(Høvuðshúsið), men OG valdi ikki at geva upp, og bardist undirmannaðir ímótir teimum, intil Topson hjá OG gjørdi tað ómøguliga og vendi spælið við at drepa fleiri hjá LGD. Restin er søga, og OG gjørdi alt sítt og runnið inn í basanum hjá LGD og drópu teirra Ancient. Sí brot úr Game 3 her, ið verður kallað “Best ever comeback”:

Samandráttur av dystunum kunnu síggjast her.

Mynd: OG vinna 2-1 á PSG.LGD, og eru sostatt í Grand finals, ið verður leikt í kvøld.

Í kvøld klokkan 22:00 føroyska tíð leika teir um heimsmeistaraskapið, og um hugt verður eftir hvussu OG hava spælt, so er líkt til, at føroyingurin Johan Sundstein saman við liðnum hjá sær, hava góðar møguleikar at fara avstað við heimseistaraheitinum.

Vinningarnir í The International 8 eru hesar:
Nummar 1: 71.874.117 DKK ($11,136,764)
Nummar 2: 25.988.475 DKK ($4,049,732)
Nummar 3: 17.054.938 DKK ($2,657,637)
Nummar 4: 11.369.959 DKK ($1,771,758)
Nummar 5 og 6: 7.309.257 DKK ($1,138,987)
Nummar 7 og 8: 4.060.701 DKK ($632,771)
Nummar 9 til 12: 2.436.417 DKK ($379,662)
Nummar 13 til 16: 812.139 DKK ($126,554)
Nummar 17 og 18: 406.069 DKK ($63,277)

Tilsamans: 163.114.389 DKK ($25,417,789)

Dystirnir síggjast á leinkjinum niðanfyri klokkan 22:00.
https://www.twitch.tv/dota2ti

Watch live video from dota2ti on www.twitch.tv

 

Cart
  • No products in the cart.