Penta Sports við í ESL Pro League Season 4

Við einum 2-1 sigri á Virtus.Pro í gjár kvalifisera Penta Sports seg til ESL Pro League Season 4. 

Tað merkir at Penta kemur komandi umfarð at kappast ímóti bestu liðunum í heiminum. Dysturin bleiv spældur í kjalavørðinum av at Virtus.Pro vunnu 2-1 á NaVi til StarLadder i-League Invitational, og harvið vunnu kappingina.

Fyrstu tveir bananir, Cobblestone og Mirage, endaðu rættiliga javnir.

Á Cobblestone fóru liðini út í yvirtíð, men Penta Sports megnaðu at vinna 17-19 og løgdu seg síðani á odda.

Virtus.Pro kláraðu tó at svara aftur á Mirage og javnaðu við at vinna 16-9, eftir eini hálvleiksstøðu á 8-7.

Men í seinasta bananum, Train, vísti týska liðið hvar skápið skuldi standa. Við einum sigri á heili 3-16 flyta Penta Sports upp í ESL Pro League Season 4. Hettar merkir at pólska Virtus.Pro flytir niður í ESEA Season 22: Premier Division – Europe, og harvið ikki luttaka í ESL Pro League Season 4, har teir skulu dystast ímóti liðum sum Copenhagen Wolves, Team Orbit og Team-LDLC. Hettar er ein heldur stór afturgongd hjá Virtus.Pro, men hugsast kann at tað er tiltrongt, tí í ESL Pro League Season 3 endaðu teir aftast, við bert tveimum sigrum út av 11 í bólkaspælinum.

Penta Sports taptu finaluna í ESEA Season 21: Premier Division – Europe ímóti Hellraisers, har støðan endaði 2-0, og Hellraisers fluttu upp í ESL Pro League Season 4. Men nú sær tað út til at bæði liðini koma at møtast aftur.

Tey evropeisku liðini ið koma at dystast í ESL Pro League Season 4 eru fylgjandi:

Astralis

Fnatic

Natus Vincere

Team EnVyUs

G2 Esports

Team Dignitas

Ninjas in Pyjamas

mousesports 

SK Gaming

FlipSid3 Tactics

Faze Clan

Hellraisers

Penta Sports

(TBD)

 

Spennandi verður at síggja hvussu Penta Sports fara at klára seg.

Mynd: imgur.com

 

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen

 

Cart
  • No products in the cart.