Play off’s í League of Legends

Nú kemur endið á bólkaspølini, endaliga freistin til dystirnir verður 13. Decembur. Allir dystir skulu verða spældir um tað mundið, um ikki alt er spælt áðrenn ásettu tíðuna, tekur admin toymið avgerð um úrsliti í manglandi dystum. Tá ið dystirnir eru spældir, so koma brackets út um hvør spælir ímóti hvørjum í playoffs dagin eftir.

Viðvíkjandi playoffs formatinum, so sær tað soleiðis út: 

Bo3 Kvartfinalurnar (top 8) :  Mánadag 16.Dec/Týsdag 17.Dec

Bo5 Semifinalurnar (top 4) :  Mikudag 18.Dec/Hósdag 19.Dec

Bo5 Finala :  Fríggjadag 20.Dec.

*Vit hava valt at flutt playoffs frá vikuskiftinum til alla næstu viku, so menn hava tíð at velja sær dagin sum passar báðum liðinum best. Um liði ikki vera samd, skal ein Admin kontaktast, so verður tíð sett á dystin. Útgangspunkti er kl 19 ein av døgunum. Triðja pláss skal eisini spælast, og hon er bo3. Haldi okkum til góðar

*Tá dysturin er avtalaður SKAL ein admin kontaktast so esport.fo toymið vita nær dysturin er. Hetta hjálpur okkum við at seta upp ein livestream við casters til dystin. Vit vóna at vit fáa streama allar dystirnar í playoffs, møguliga ber tað ikki til í kvartfinalunum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here