Pokémon Go: Trygdin kann verða ein trupulleiki

Sum Professor Oak einaferð segði við teg í Pallet Town, tað er vandamiki har úti í verðini. 

Adam Reeve, granskari hjá eini trygdar fyritøku fyri forrit, skrivaði eini boð á Tumblr og greiddi frá hvussu Pokémon Go kann blíva ein hóttan á privatlívið hjá tær á alnótinum.

Reeve stúrir fyri at trygdin hjá Niantic, fyritøkan ið hevur gjørt appina, ikki er nóg góð. Hann skrivar, at fyri at stovna ein brúkara á Pokémon Go, nýta flestu sína Google kontu til at stovna brúkaran. Hettar merkir at toymið handan Niantic hevur fulla atgongd til tína Google kontu. Við hesum skal skiljast at tey hava atgongd til tínar fílar á Google Drive, síggja hvat tú hevur hugt eftir á alnótinum, síggja tínar myndir á Google Photos osv. Eisini skal man leggja sær í geyma, at um Niantic verður álopi av teldusníkum, so liggur alt hettar klárt til at taka.

Niantic komu við eini staðfesting til Polygon sum svar til tað ið Reeve skrivaði. Toymið sigur at tey eru greið yvir vandan og at tey í løtuni arbeiða við Google fyri at fáa hettar uppá pláss. Tey leggja afturat, at Google hava váttað at eingin upplýsingar, út yvir tær ið skulu til fyri at spæla spælið, eru sendar til Niantic.

Eftir staðfestingini hjá Niantic, dagførði Reeve boðini, har hann millum annað sigur at hann er glaður fyri at Niantic taka sær av trupulleikanum við trygdini beinanvegin. Hann endar síni boð við at siga at fólk bara skulu spæla spælið og endiliga fara út at fanga nakrar Pokémon.

Annars so eru tað komnar frágreðingar um falskar apps, ið líkjast Pokémon Go, sum geva teldusnýkunum fulla atgongd til tína telefon. So áðrenn tú tekur niður onkra app í vón um at tað er Pokémon Go, syrg so fyri at dupult kannað at tað er tann rætta appin.

 

Pokémon Go er enn ikki útkomi á tí donsku útgávini av App Store, sum vit nýta í Føroyum, men her kanst tú lesa um hvussu tú trygt kanst ogna tær tí røttu appina til tína telefon.

 

Cart
  • No products in the cart.