Prísurin av atgongumerkjum til eLan økist!

Broytingar verða gjørdar viðvíkjandi prísinum á atgongumerkjum til eLan #2.

Søluprísurin á atgongumerkjum til eLan #2 verður øktur tann 6. Juni, og enn einaferð tann 1. Juli. Hetta merkir at nýggji søluprísurin verður 350 krónur frá tí 6. Juni kl. 00:00 til 30. Juni kl. 23:59, og at søluprísurin verður 400 krónur frá 1. Juli kl. 00:00. Atgongumerki kunnu eisini keypast við dyrnar fyri 400 kr, um so er, at ikki er útselt áðrenn. Gevið gætur, at við keypi av atgongumerkjum við dyrnar, er sera avmarkað av plássi. Tó at nýggj vinabond eru kærkomin, kann tað eisini tykjast óheppið hjá summum at ikki sita saman við vinfólkum sínum. Hetta er galdandi fyri søluna av atgongumerkjum sum heild, men serliga merkt í móti endanum av søluni av atgongumerkjum. Tískil viðmæla vit, at áhugaði keypa síni atgongumerki í góðari tíð, soleiðis at tit fáa eitt betri upplivilsi.

Søla av atgongumerkjum
Dato Prísur
1. Mai – 5. Juni 300 kr.
6. Juni – 30. Juni 350 kr.
1. Juli – 7. Juli 400 kr.

Sølan av atgongumerkjum viðvíkjandi luttøku í føroyameistaraheitinum í FIFA 18 verður tann sama. Atgongumerkini kosta framvegis 150 krónur.

Leinkjan niðanfyri beinir tykkum til nethandilin í sambandi við eLan, har m.a. atgongumerkini eru at finna.

https://elan.esport.fo/handil/

Vit síggjast á eLan #2! 

 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here