Recap: Effo Deildin Superweek

Nú er supervikan, tann fyrsta vikan í Effo Deildini, yvirstaðin. Tað vóru sera spennandi dystir ígjøgnum hesa vikuna, har ið heili 3 umfør vórðu spæld!

Tað eru trý lið, sum stinga út á stigatalvuni. Tað eru liðini Tik Tok Titans(TTT), Clash Team(CTM) og Xaroe(XAR). Hesi eru millum sterkastu liðini í Føroyum, og tað vísa tey longu nú við at vera ‘undefeated’ í fyrstu vikuni av Effo Deildini. Summi spøl hava verið sera jøvn hjá teimum, og summi sera yvirbevísandi.

Tað stytsta spælið í fyrstu vikuni og møguliga tað stytsta spælið, vit fara at hava alla kappingina var TTT ímóti HDN, sum vardi bert 19 minuttir og 41 sekund við einum TTT sigri! Harafturímóti vardi longsti dysturin, tann millum RP og BRC, heilar 37 minuttir og 11 sekund, har BRC megnaði at vinna spælið.

Aftaná toppskorararnar hava vit Góðaráð(GÓA) og Keep Yourself Safe(KYS), sum enn mangla at spæla ein dyst ímillum seg. Tí eru tey bæði liðini 1-1. So eru tað Breckmenn(BRC), MergBerg(MGB) og Høvdin(HDN), sum øll eru jøvn við 1-2 score. 

Niðast eru Megin(MEG) og Roykipausan(RP) eru aftast, bæði liðini mangla enn at vinna ein dyst, tó bæði hava verið sera tætt við! Hetta er bara fyrsta vikan og fyrstu 3 dystirnir út av heili 18 dystum, so har er onki avgjørt enn.

Eitt sera áhugavert, sum fór fram í umførunum 2 og 3, var, hvør síða vann dystin.

Her sæst, at øll á blueside TAPTU í 2. umfari, og at øll á blueside VUNNU 3. umfar. Gleði meg at síggja, um tað so aftur verður redside sum vinnur allar dystirnar í 4. umfari.

Villasta draftið í viku 1 er óivað tað hjá Megini, tá teir fóru Master Yi+Zilean combo í jungle og mid. Men tað svakasta har er uttan iva Pyke+Nautilus í botlane. Full on hook city. Løgið nokk hevði dr. Mundo mest damage á liðinum.

Í næstu viku vera sera spennandi dystir. Dystaskráin fyri umfar 4 og 5, sum verða spældir í viku 2 av Effo Deildini, síggjast  her:

Match of the Week: Her eru ótrúliga nógvir spennandi dystir, men til viku 2 av effodeildini valdu vit so Match of the Week at vera millum CTM og TTT. Dysturin millum Clash Team og Tik Tok Titans verður spældur mikudagin kl 20 og verður einasti dysturin, sum verður livestroymdur tann dagin. Tað er óivað millum týdningarmestu dystirnar í allari kappingini, tá hon er millum tey tvey liðini, sum hava hægst rank, og bæði deilast um 1. pláss. 

Eg kann ikki vera tann einasti, sum heldur, at onnur vikan av Effo Deildini fer møguliga at vera enn meira spennandi enn tann fyrsta! Stigatalvan er enn ikki so sigandi, tá so fáir dystir eru spældir, men nú er tað veruliga, at nógv lið fara at skilja seg burturúr sum bestu av teimum bestu!

Cart
  • No products in the cart.