Red Bull eCup 2022: 1. umfar!

Í gjár, varð Red Bull eCup 2022 skotið í gongd. Upprunaliga høvdu 20 lið skrásett seg, men samlaða talið datt niður á 12, orsakað av, at vit noyddust at útseta kappinga í eina viku.

Liðini vórðu deild í tveir bólkar, A og B. Í bólki A eru hesu liðini:

BMK1ngs

Stoffahouse


C1derBoys

LANFO

Tindur

Underdog


Eftir fyrsta kappingar umfar, liggja BMK1ngs og Stoffahouse á einum deildum fyrsta plássi við 9 stigum, C1derBoys liggur á triðja plássi við 6 stigum, LANFO liggur nummar fýra við 3 stigum og Tindur, samanvið Underdog liggja aftast við 0 stigum.

Í bólki B eru liðini hesi:

Jimmy og mogens

TunlarNordFjall

Omansleipin

Klintri Kongar

GN Merchant

SmyrilLine

Í bólki B, liggur Jimmy og mogens á fyrsta plássi, við 9 stigum. TunlarNordfjall og Omansleipin liggja á einum deildum øðrum plássi við 6 stigum, Klintri Kongar og GN Merchant hava 3 stig í part og SmyrilLine liggur á aftasta plássi við 0 stigum.

Tað gekk eina løtu, áðrenn summi lið høvdu spælt seg heit, men sum heild vóru sera nógvar javnir dystir. Tað sást, at liðini høvdu nýtt tíð, uppá at læra seg utility og tóktust, at vita hvørjir støð vóru mest effektiv, at spæla frá. Serliga vóru tað liðini, BMK1ngs og Jimmy og mogens, ið vístu gott teamplay. Hetta eru leikarar, ið eru væl umtóktir í Føroyskum Counter-Strike høpi og higartil, hava bæði liðini sett sín dám á Red Bull eCup 2022.

Í kvøld, kl 19:00, verður farið í hált við 2. umfar. Tað verður spennandi, at síggja um liðini hava nýtt gjárkvøldið, at venja meira samanspæl. Vit gleða okkum til umfarið í kvøld og vóna, at síggja líka nógv á livestroymingini aftur í kvøld! 🙂

Cart
  • No products in the cart.