Í gjár leiktu liðini fjórða og fimta umfar av Red Bull eCup 2022. Nógv stóð á og fleiri av dystunum gjørdust sera javnir. Í bólki A, bardust Stoffahouse og C1derBoys um 2. plássið, meðan BMK1ngs høvdu tryggjað sær ein sess til endaspælið, eftir at vunnið allar sínar dystir. Í dystinum millum Stoffahouse og C1derBoys var tó ongin ivi, Stoffahouse vildi tað meir og leiktu eisini betur saman. Dysturin endaði við 9-4 sigri til Stoffahouse, á Short Nuke. Í bólki B, var tað sanniliga eisini spenningur um 2. plássið, har Klintri Kongar og GN merchant, máttu leika ein “tie breaker” dyst. Bæði liðini høvdu vunnið tríggjar dystir og áttu 9 stig í part. Dysturin varð leiktur klokkan 21:00, eftir innanhýsis avtalu millum eSport Føroyar og liðini. Map Veto endaði við, at liðini spældu á Short Nuke. Dysturin byrjaði javnur, men eftir nakrar rundir, fingu Klintri Kongar tamarhald á GN Merchant og vunnu eisini dystin sannvísandi, 9-4. Eins og BMK1ngs, høvdu Jimmy og Mogens úr bólki B, eisini vunnið allar sínar dystir og vunnu sostatt bólkin við 15 stigum.
Endaliga støðan í Bólki A:
BMK1ngs – 15 stig
Stoffahouse – 12 stig
C1derBoys – 9 stig
LANFO – 6 stig
Underdog – 3 stig
Tindur – 0 stig
Endaliga Støðan í Bólki B:
Jimmy og Mogens – 15 stig
Klintri Kongar – 12 stig
GN Merchant – 9 stig
TunlarNordFjall – 6 stig
Omansleipin – 6 stig
SmyrilLine – 0 stig
Fríggjadagin verða hálvfinalunar leiktar. BMK1ngs, ið vunnu A bólkin, møtir Klintri Kongar, ið endaðu á 2. plássi í Bólki B. Jimmy og mogens, møtir sostatt Stoffahouse úr Bólki A. Hálvfinalurnar verða leiktar í BO3 formati og tað verður sera spennandi, at síggja um tey lægri seedaðu liðini klára, at knúgva meira royndu leikarunum úr BMK1ngs og Jimmy og mogens.
Leygardagin verður finalan spæld og Føroya besta CS:GO duo verður krúnað. Meira upplýsningar um finaluna koma seinni. Liðini spæla um ein túr til Keypmannahavnar, at síggja heimskendu Red Bull Flick kappingina innan Wingman, umframt at teir verða latnir tveir flottar telduskermar frá Formula.
Vit, úr Esport Føroyar, fegnast um tann góða stuðulin, ið tit hava latið okkum higartil og vóna at síggja enn fleiri á livestroymingini fríggjakvøldið, 4. novembur.