Mannagongdin til Red Bull eCup 2022, er øðrvísi enn vanligt. Hesuferð royna vit, at nýta heimskendu skipanina hjá Faceit. Tað merkir í stuttum, at allir luttakarir, mugu hava ein Faceit brúkara knýttan at sínum Steam brúkara.
Fyri at gera ein Faceit brúkara, kunnu tit nýta hesa leinkjuna: https://www.faceit.com/en/r/Fka9ds
Fyri at koma við í kappingina, er neyðugt at senda vinarumbøn til DaZeez á Faceit, tí hann er høvuðsfyriskipari av kappingini. Tá tit hava sent DaZeez eina vinarumbøn, so fáa tit eitt invite til Red Bull eCup 2022 kappingina á Faceit.
Aftaná tit hava fingið eina innbjóðing til kappingina, skulu tit fylgja við inni Faceit síðuni hjá Red Bull eCup 2022. Fáa tit bráðfeingis spurningar, kunnu tit skriva inni á okkara Discord síðu og spyrja um hjálp, hetta við at tagga @Redbull. Fyri at sleppa inn á Discord hjá eSport.fo, kunnu tit leita eftir www.esport.fo/discord
Mannagongd til at melda til kappingina:
1. Join tournament:

2. Stovnað lið:

3. Tá ið, tú ger liðið, skalt tú velja eitt lið-navn og eitt tag navn. Nýt vinarliga sama tag-navn, ið tit hava skrásett hjá okkum viðvíkjandi hesa kapping.

4. Tá tú hevur stovnað eitt lið (party), skalt tú adda tín Wingman til liðið (party). Trýst á edit team inni á tykkara lið síðu.

5. Scrolla síðani niðast og trýst á add member. Tasta síðani Faceit brúkaranavnið hjá tínum Wingman inn. Tín Wingman má acceptera umbønina, at sleppa uppí liðið, áðrenn tit kunnu tilmelda liðið. Tá hetta er gjørt, velja tit ein captain til liðið, ið kemur at samskifta við eSport.fo.
6. Nú er klárt at skráseta tykkum til Red Bull eCup 2022! Far nú aftur til kappingarsíðuna og trýst á høgru síðu “Join Tournament”. Tørvar tykkum hjálp, kunnu tit skriva til okkum inni á Discord, inni á esport.fo servaranum undir “Redbull”. Leinkjan til kappingina er her: https://www.faceit.com/en/championship/44962ebd-9548-435c-9196-7c841e2ee6a5/Red%20Bull%20eCup%202022
Aftaná skrásetingina til kappingina, skulu liðini vera klár at leika dystirnar. Dystartíðspunktini eru:
Bólkur A og D spæla Mánadagin og Mikudagin kl:19:00.
Bólkur B og C spæla Týsdagin og Hósdagin kl:19:00.
Spælt verður 4 rundir hvørjaferð. Spælt verður ASAP ella útfrá tíðarásetingini, ið er sett á Faceit. 0
Mannagongd til byrjan av dysti:
1. Ver til tíðuna. Map Veto byrjar so skjótt bæði liðini hava tjekkað inn.
2. Fylg vegleiðingina á síðuni og halt eyga við, um tað stendur Veto (ban) ella (pick). Spælt verður BO1 til hvørja rundu í bólkaspælinum.
3. Ein ip adressa verður sjónlig á síðuni, eftir at Veto er staðfest. Kopiera hesa ip adressu og koyr hann inn í “console”, ella trýst á knappin “join server”, ið er á dystar síðuni.
Um tað er fyrstuferð, at tú nýtir “console”, so ber til at fylgja hesu vegleiðingini: https://www.youtube.com/watch?v=KET1HFw2PWE og tit kunnu sjálvandi eisini spyrja okkum um hjálp á, eSport.fo, inni á Facebook.
Mannagongd til dystir, ið verða livestroymaðir:
1. Aftaná veto, send GOTV ip adressuna til fyriskiparar ella frásøgufólkini inni á Discord.
Bólkaspæl – BO1 Veto:
Liðini skiftast um at banna maps til bæði liðini hava bannað 2 maps í part. Tann 5 map, ið er eftir verður spæld. Áðren dysturin fer í gongd, er ein “knife” round, ið avger hvørjari síðu (T/CT) liðini byrja á. Vinnarin av knife round velur síðu.
Tldr: ban/ban/ban/ban/last map is played
Endaspæl – BO3 Veto:
Liðini byrja við, at picka eina map í part og skiftast síðani um, at banna eina map í part. Tann 5 map, ið er eftir verður spæld sum map 3. Liðini sleppa, at velja síðu á ta map teir sjálvir valdu (T/CT). Áðrenn map 3 fer í gongd, er ein “knife” round, ið avger hvørjari síðu (T/CT) liðini byrja á. Vinnarin av knife round velur síðu.
Tldr: pick/pick/ban/ban/last map is played