Red Bull eCup 2022: Reglugerð

Øll lið hava møguleika fyri at kæra eitt lið ella eina avgerð. Hetta við at skriva til eSport.fo á Facebook, og síðani verður ein avgerð tikin sum er grundað á reglugerðina niðanfyri, ella verður kæran sent til eSport.fo nevndina, har 10 limir sleppa at atkvøða og argumentera útfrá teimum upplýsningum, ið teir hava. Ein sak skal vanliga altíð hava skrivliga próvførslu frá øllum partum. Vanligast er, at tað er eitt lið sum ákærir eitt annað lið, og tískil skulu bæði liðini gera felags próvførslu hvør sær.

Um ein spælari snýtir fær viðkomandi í minsta lagið 1 ára leikbann, tó ofta 2 sesong leikbann ella upp í varandi leikbann. Tað ber til, at boða frá um ein leikara til eSport.fo, um ein heldur, at viðkomandi snýtir. Tað mest effektiva er, at fleiri spælarir, ið eru samdir samlast um málið. Síðani fer eSport.fo toymið á 10 fólk, at taka eina avgerð um spælarin snýtti ella ikki, og hvør revsingin skal verða. VAC-ban er beinleiðis ban.

Her er reglugerðin, og hon sæst eisini á CS:GO síðuni hjá okkum framyvir.

Meginreglan er tann, at dystir altíð skulu byrja klokkan 19:00. Tó, so hava øll lið 15 minuttir eyka afturat tí ásettu tíðini, t.v.s. Klokkan 19:15. Leggið til merkis, at eSport.fo kann loyva einum liði ‘fair-use’ ið merkir, at liðið kann møta t.d. Upp til 10 min seinni. Hetta verður grundað á hvørjar orsøkirnar eru, til at liðið kemur ov seint og tað er tískil upp til eSport.fo, um orsøkin er nóg væl grundað, til at liðið møtir ov seint.

Tað er ikki loyvt at skifta ein leikara út midgame, uttan so at prógvað er, at ein leikari hevur trupulleikar við síni kappingar útgerð. Trupulleikar við internetinum verða vanliga ikki góðkendir sum grundgeving, tó kunnu undantøk fyrikoma viðvíkjandi hesum. Hetta skal skjalprógvast skrivliga og við myndaligum tilfari.


Skráseting av liðnum:

Tað er í løtuni ikki loyvt at hava útlendingar á liðnum, undantikið tá viðkomandi býr í Føroyum. Annars er reglugerðin soleiðis, at neyðugt er at hava búð helvtina av lívi sínum í Føroyum. Undantak viðvíðkjandi hesum kann avgreiðast við eSport.fo.

Finalan:

Finalan verður spæld online. Finalan verður leikt í BO3 formati. 

Vinnaranir av semi finalunum koma sjálvsagt í finaluna, meðan nummar 3 og 4 skulu spæla um 3. plássið. 

eSport.fo tilskilur sær fult rættindi, at seta dato á semi finalurnar og finaluna, hetta merkir eisini broyting á dato eftir at kunngjørt hevur verið.

Um nøkur lið eru jøvn í stigum, har talan er um vinningar, skulu dystirnir avgerast í einum BO1 formati eftir avtalu við eSport.fo, tó ikki seinni enn 29. oktobur.

Útskiftarar:

Tilber at melda útskiftarar til liðini fram til 23. oktobur, grundað á tað at leikarin betalur luttøkugjald. Eftir tíðarfreistina, skal tað grundgevast gjølla fyri hví liði hevur tørv á einum útskiftara. Afturat hesum, skal ein grundgeving á skrivligum hátti latast eSport.fo nevndina.

Sum útgangsstøði, verða vinningar bert latnir til leikarar á main roster, ið merkir, at tað er upp til liðið, at deila vinningin/vinningarnir til útskiftarnir. Liðið fær ikki hægri vinning fyri hvønn leikara skrásett á liðnum.


Vinningar:

Vinningarnir verða lætnir skjótast gjørligt eftir at endaligu úrslitini av Red Bull Cup 2022 eru staðfest. Vinningarnir verða handaðir eftir avtalu við eSport.fo, ella beinleiðis av stuðlunum.

Flyting av dystum:

Liðini hava møguleika fyri at flyta dystir, via innanhýsis avtalu millum liðskiparar av liðum. Hetta skal tó avtalast við eSport.fo frammanundan, soleiðis at ein servari kann tillutast til dystin.

Dystir, ið verða stroymdir, kunnu ikki flytast innanhýsis. Tað skal tá avtalast við eSport.fo frammanundan við grundgeving og hetta skal góðkennast. Ein listi yvir hvørji lið verða stroymað, verður lagdur á CS:GO síðuna hjá okkum.

Pausa:

Tað er loyvt at pausa í dystinum við góðum orsøkum, t.d. at práta um taktikk. Tað er IKKI loyvt at pausa fyri at fara at roykja, eta ella nakað annað, ið ikki er umráðandi fyri dystin.

Tað er ikki loyvt at hava pausur millum BO3 dystir, ið eru óneyðugar langar. Sum regul ynskja vit, at royna at halda pausur á maks. 8 minuttir eftir hvønn dyst. Misbrúk av hesum kann føra til revsing. Tað er tá eSport.fo, ið staðfestir um grundgevingin er ‘fair-use’ av pausuni.

Tað er loyvt at nýta ‘technical’ pause um neyðugt er fyri tí, um t.d okkurt tekniskt brek kemur fyri hjá einum spælara. Tað er tá neyðugt at skriva !tech í game-chat. Tá fær spælarin upp til 6 minuttir at rætta trupulleikan. Sami leikari kann bert nýta ‘tech pause’ einaferð. Misbrúk av hesum kann elva til straff til liði, ið t.d at fáa Default map loss ella Default loss fyri ein dyst.

Livestream:

Tað er fult loyvt at livestroyma dystir, ið eSport.fo ikki livestroymar.

Tað er ikki loyvt at streamsnipa, og kann geva konsekvens fyri viðkomandi, um tað er týðiligt at viðkomandi streamsnipaði. Tó so, um ein livestroymar og hevur lægri enn 125 sekund delay, so er tað viðkomandi, ið sjálvur eigur ábyrgdina. Vit viðmæla strangliga, at livestroymarir hava 250 sekund delay á.

Misnýtsla av bugs á banum: 

Tað er ikki loyvt at misnýta bugs á banum. Verður hettar gjørt, tekur eSport.fo toymi avgerð um revsing til íblandaða liðið.

Bumba:

Ikki er loyvt, at misbrúkað bugs við bumbum, t.d. at boost planta bumbuna ella at planta har tað ikki er gjørligt at defusa ella at hoyra bumbuna.

Scripts:

Scripts sum t.d. Bunnyhop, maphack, wallhack, skinshack, skinchanger, aimbot osv er IKKI loyvt, og beinleiðis revsing kann fremjast.

Jump Throw er loyvt.

Buy-script er loyvt.

Aðrar reglur:

Allir dystir skulu spælast 2v2, óansæð um nøkur innanhýsis avtala er gjørd millum liðini.

Tað er ikki loyvt at brúka spælarar, ið ikki eru skrásettir at einum liði.Tað er ikki loyvt at verða við í tveimum liðum.

Haturstala og spott er ikki loyvt, og kæra kann reisast móti leikaran/leikarunum. Í slíkum førum, at tílikt verður kært til okkum og tað verður tikið undir við kæruni,  kann leikarin/leikaranir revsast soleiðis, at teir fáa Default loss fyri dystin. Hetta verður avgjørt av eSport.fo nevndini.