Red Bull eCup 2022: Seinasta freist!

Fríggjadagin, tann 28. oktober klokkan 18:00, er seinasta freist at melda seg til Red Bull eCup 2022. Vinningar fyri umleið 23.000,- DKK verða latnar út. Hava tú og tín Wingman meldað tykkum til Red Bull eCup 2022? Høvuðsvinningurin er ein ferð til Keypmannahavnar, at uppliva heimskendu Wingman kappingina hjá Red bull, ið verður nevnd Red Bull Flick.

Red Bull eCup kemur fyrst, at ganga fyri seg í bólkaspæli, har nr.1 og 2 úr hvørjum bólki, vinna seg víðari til endaspælið. Semi-finalur og finalan verða leikt í BO3 formati, restin av dystunum eru í BO1 formati.

Kappingin byrjar Mánadagin, tann 31. oktobur og liðini fáa at vita frammanundan, hvørjir dagar og hvørji tíðspunkt teirra dystir eru. Spælt verður umvegis Faceit platformin og tískíl er neyðugt, at stovna sær ein Faceit brúkara, áðrenn man kann luttaka í kapping okkara.

Tær Wingman-maps, ið eru valdar, eru nakrar av teimum, ið gerandisliga eru partur av Wingman map-pool hjá Valve.

Til Red Bull eCup 2022, verða 5 maps nýttar og tær eru:

Overpass

Short Nuke

Short Dust

Vertigo

Inferno

Hava tygum tørv á hjálp, so kunnu tit skriva til okkara umvegis discord. eSport.fo servarin kann finnast umvegis hesu leinkju: www.esport.fo/discord. Til ber eisini, at skriva til okkara umvegis Facebook.

Cart
  • No products in the cart.