Red Bull eCup 2022

Nú eru vit til reiðar, at skráseta lið til Red Bull eCup 2022.

Vit eru sera spent uppá, at royna eitt nýtt kappingar-mode og hesuferð koma luttakarar at kappast í Wingman-mode. Tann 29. oktobur verður Føroya besta CS:GO duo funnin!

Stuðlar til Red Bull eCup 2022 eru: Red Bull og Formula.

Seinasta freist, at melda seg til er 21. oktobur og seinasta freist, at gjalda er 22. oktobur.

Kappingin er skipað soleiðis, at fýra bólkar uppá fimm lið koma at leika einaferð móti hvørjum øðrum. Nr. 1 & 2 úr hvørjum bólki vinna seg víðari í endaspælið, har spælt verður í single-elimination formati.

Dagarnir kappingin snýr seg um eru mánadagin 24. oktobur til leygardagin 29. oktobur.

Bólkur A kemur at spæla mánadag, Bólkur B týsdag, Bólkur C mikudag og Bólkur D hósdag. Fríggjadagin verður single elimination endaspælið spælt og leygardagin skal finalan avgreiðast, umframt at dysturin um 3. plássið verður spældur.

Tað verða nummar 1, 2 og 3, ið fara avstað við vinningunum. Høvuðsvinningurin er ein dreymaferð til Keypmannahavnar við uppihald, dagarnir 19-20 novembur. Her sleppa hepnu vinnaranir, at síggja “amatørar” innan CS:GO kappast ímóti heimsins bestu.

Vit royna, at stroyma so nógv av kappingini, ið til ber. Finalan verður stroymað á: www.twitch.tv/esportfo. 

Mannagongd

Kappingin verður spæld á “FACEIT” og Liðini fáa tillutað ein servara at spæla á, sí nærri um hetta á CS:GO síðuni, tá ið skrásetingin er liðug. Kravt er, at bæði liðini møta tíðliga á servaranum og vit royna, at byrja nýggja rundu skjótast gjørligt eftir loknan dyst. Á CS:GO síðuni kemur at vera ein leinkja, har tit kunnu síggja Brackets og nær dystirnir verða spældir. Eftir bólkaspælið verður tað kunngjørt júst hvørji lið hava vunnið seg víðari til endaspælið.

Tilmelding kann gerast á leinkjinum niðanfyri:

https://forms.gle/zYrok5YYfCQAjLnR9

Cart
  • No products in the cart.