Red Bull Flick 19-20. nov

Red Bull Flick, er ein nýggj kappingarseria, har Red Bull er høvuðsfyriskipari. Kappingin fyrigongur seg fyrst á Faceit, har ein og hvør kann melda seg til kvalifikatiónsspæl. Megnar ein, at vinna seg víðari, verður man boðin uppí Red Bull invitational kappingarseriuna. Tey, ið spæla seg víðari, sleppa at royna seg ímóti fleiri av heimsins bestu CS:GO leikarum.

Red Bull Flick, byrjaði í Turklandi í 2019, sum ein royndar kapping og áhugan gjørdist skjótt størri. Síðani 2019, er Red Bull Flick farið at halda fleiri kappingar árliga. Bæði kvalifikatiónin og invitational ganga fyri seg í fleiri ymiskum londum. Invitational lokatiónin skiftir millum lond árið runt. Í skrivandi stund verður invitational hildið í Stockholm. Næstuferð verður kappingin leikt í Keypmannahavn. Sum nevnt áður, er tað til Keypmannahavnar, at vinnaranir av Red Bull eCup 2022 sleppa. Vinningurin inniber atgongumerki, flogferðaseðil og hotel uppihald í samband við Red Bull Flick kappingina 19-20. novembur.

Í 2022, eru 45.000 luttakarir við Red Bull Flick invitationals á hvørjum árið. Tó so, eru tað einans vinnarnanir av invitationals, ið sleppa við til sjálva finaluna í Keypmannahavn í ár. Samlaður vinningur til Red Bull Flick finaluna í Keypmannahavn er €50.000 evrur. Hetta svarar til áleið 370.000,- DKK.

Eitt annað, ið er serstakt við Red Bull Flick er, at tey hava sjálvi gjørt tær maps, ið luttakaranar spæla. Hetta merkir, at kappingin ikki verður leikt á competitive maps hjá Valve, ið flestum kenna aftur frá CS:GO spælinum. Hetta veitir nýggjár háttir, at spæla uppá, umframt at hetta helst gevur amatørunum ein fyrimun ímóti teimum professionellu.

Omanfyri sæst ein trailari av Red Bull Flick:




Red Bull Flick er ein pro vs amatør kappingar deild, ið aftur í ár verður hildin. Dagarnar 19-20. nov verður kappingin hildin í Keypmannahavn. Vegna stuðul frá Red Bull, hevur eSport.fo fingið loyvið, at lata tvey atgongumerkir ink. ferðaseðil og uppihald til Red Bull Flick.

Í 2020 høvdu 45.000 fólk yvir 30 lond skrásett seg til Red Bull Flick. Red Bull Flick er ein altjóða Wingman kapping, ið øll kunnu melda seg til. Vinnur ein seg síðari, hevur ein møguleikan, at spæla Wingman mode ímóti heimsins bestu CS:GO spælarum.

Cart
  • No products in the cart.