Reglugerð – CS:GO

Reglugerð

Øll lið hava møguleika fyri at kæra eitt lið ella eina avgerð. Hetta við at skriva til eSport.fo á Facebook, og síðani verður ein avgerð tikin sum er grundað á reglugerðina niðanfyri, ella verður kæran sent til eSport.fo nevndina, har 10 limir sleppa at atkvøða og argumentera útfrá teimum upplýsningum sum teir hava. Ein sak skal vanliga altíð hava skrivliga próvførslu frá øllum partum. Vanligast er, at tað er eitt lið sum ákærir eitt annað lið, og tískil skulu bæði liðini gera felags próvførslu hvør sær.

Um ein spælari snýtir fær viðkomandi í minsta lagið 1 ára leikbann, tó ofta 2 sesong leikbann ella upp í varandi leikbann. Tað ber til at boða frá um ein leikara til eSport.fo. um ein heldur at viðkomandi snýtir. Tað mest effektiva er at fleiri spælarir ið eru samdir samlast um málið. Síðani fer eSport.fo toymið á 10 fólk at taka eina avgerð um spælarin snýtti ella ikki, og hvør revsingin skal verða. VAC-ban er beinleiðis ban.

Her er reglugerðin, og hon sæst eisini á CS:GO síðuni hjá okkum framyvir.

Meginreglan er tann, at dystir altíð skulu byrja klokkan 19:00. Tó so hava øll lið 15 minuttir eyka avtrat tí ásettu tíðini, so t.d. Klokkan 19:15. Leggið til merkis, at eSport.fo kann loyva einum liði ‘fair-use’ ið merkir at liðið kann møta t.d. Upp til 10 min seinni. Hetta verður grundað á hvørjar orsøkirnar eru til at liðið kemur ov seint, og tað er tískil upp til eSport.fo um tað er nóg nógv grund til at liðið kemur for seint.

Tað er ikki loyvt at skifta ein leikara út mitt í einum dysti, uttan at tað prógvað er, at ein leikari hevur trupulleikar við útgerð síni. Trupulleikar við internetinum verða vanliga ikki góðkendir sum grundgeving, men tó kunnu undantøk verða viðvíkjandi hesum. Hetta skal skjalprógvast skrivliga og við myndaligum tilfari.

Skráseting av liðnum

Tað er í løtuni ikki loyvt at hava útlendingar á liðnum, undantikið tá viðkomandi býr í Føroyum. Annars er reglugerðin soleiðis, at neyðugt er at hava búð helvtina av lívi sínum í Føroyum. Undantak viðv. hesum kann avgreiðast við eSport.fo.

Finalan

Finalan skal spælast á LAN. Tað merkir at øll lið í Elektron Deildini mugu verða fyrireikaði uppá tað, at tey skulu spæla offline / LAN í Føroyum. Finalan verður spæld í einum BO5 formati. Eingin leikari kann luttaka í LAN finaluni uttan at verða til staðar í hølinum har LAN finalan verður hildin.

Bert vinnarnir frá semi finalunum koma til offline finaluna, sum merkir, at nummar 1 og 2 frá undankappingini koma til finaluna, og nummar 3 og 4 skulu spæla um 3. plássið seinni.

eSport.fo tilskilur sær fult rættindi at seta dato á semi finalurnar og finaluna, eisini broyting á dato eftir kunngjørt hevur verið.

Um nøkur lið eru jøvn í stigum, har talan er um vinningar, skulu dystirnir avgerast í einum BO3 formati eftir avtalu við eSport.fo, tó ikki seinni enn 22 Apríl.

Útskiftarir

Tilber at melda útskiftarar til liðini fram til helvtina av kappingarárinum, grundað á tað at leikarin betalur vanligan limaskap í deildini. Eftir tíðarfreistina skal grundgevast gjølla fyri hví liði hevur tørv á einum útskiftara avtrat á skrivligum hátti, sum síðani kemur til eSport.fo nevndina á 10 fólkum.

Sum útgangsstøði verða vinningar bert latnir til leikarar á main roster, ið merkir, at tað er upp til liði at deila vinningin/vinningarnir til útskiftarnir. Liðið fær ikki hægri vinning fyri hvønn leikara skrásett á liðnum.

Vinningar

Vinningarnir verða lætnir skjótast gjørligt eftir at endaligt úrslit er komið fyri kappingardeildina.

Vinningarnir verða handaðar eftir avtalu við eSport.fo ella beinleiðis av stuðlunum.

Flyting av dystum

Liðini hava møguleika fyri at flyta dystir við at avtala hetta millum sín. Tað skal tó avtalast við eSport.fo, soleiðis at ein servari kann tillutast til dystin.

Dystir ið skulu stroymast kunnu ikki flytast innanhýsis. Tað skal tá avtalast við eSport.fo áðrenn við grundgeving. Ein listi yvir hvørji lið verða stroymað verður lagdur á CS:GO síðuna hjá okkum.

Pausa

Tað er loyvt at pausa í dystinum við góðum orsøkum, t.d. at práta um taktikk. Tað er IKKI loyvt at pausa fyri at fara at roykja, eta ella nakað ið ikki er umráðandi fyri dystin.

Tað er ikki loyvt at hava pausur millum BO3 dystir, ið eru óneyðugar langar. Sum regul ynskja vit at royna at halda pausur á maks. 8 minuttir eftir hvønn dyst. Misbrúk av hesum kann føra fyri straff. Tað er tá eSport.fo sum velur um grundgevingin er ‘fair-use’ av pausuni.

Tað er loyvt at brúka ‘technical’ pause um neyðugt er fyri tí, um til dømis okkurt tekniskt brek er hjá einum spælara. Tað er tá neyðugt at skriva !tech. Tá fær spælarin upp til 6 minuttir at rætta uppá tað. Sami leikarin kann bert brúka tað einaferð. Misbrúk av hesum kann geva straff til alt liði, sum til dømis at fáa Default map loss ella Default loss fyri eina seriu.

Livestream

Tað er fult loyvt at livestroyma dystir, ið eSport.fo ikki livestroymar.

Tað er ikki loyvt at streamsnipa, og kann geva konsekvens fyri viðkomandi, um tað er týðiligt at viðkomandi streamsnipaði. Tó so, um ein livestroymar og hevur lægri enn 125 sekund delay, so er tað viðkomandi ið sjálvur hevur ábyrgdina. Vit viðmæla strangliga at livestroymarir hava 250 sekund delay á.

Misnýtsla av bugs á banum

Tað er ikki loyvt at misnýta bugs á banum. Verður hettar gjørt, tekur eSport.fo toymi avgerð um revsing til alt liði.

Bumba

Ikki er loyvt at misbrúkað bugs við bumbum, t.d. at boost planta bumbuna, planta har tað ikki er gjørligt at defusa ella at hoyra bumbuna.

Scripts

Scripts sum t.d. Bunnyhop, maphack, wallhack, skinshack, skinchanger, aimbot osv er IKKI loyvt, og beinleiðis straff kann gevast.

Jump Throw er loyvt.

Buy-script er loyvt.

Aðrar reglur

Allir dystir skulu spælast 5v5 óansæð um nøkur innanhýsis avtala er gjørd í millum liðini.

Tað er ikki loyvt at brúka spælarar ið ikki eru skrásettir at einum liði.

Tað er ikki loyvt at verða við í tveimum liðum, heldur ikki tvørtur millum kappingardeildunum.

Haturstala og spot er ikki loyvt, og kæra kann reisast ímótir leikarin/leikarnir. Í teimum førum, at tað verður kært til okkum, og vit taka undir við kæruni,  kann leikarin/leikarnir revsast soleiðis at teir ikki hava loyvið at spæla komandi 2-6 dystirnar. Hetta verður avgjørt av eSport.fo nevndini.