Samandráttur av Dota 2 finaluni

Dyst 1
Supreme Hustlers opnaðu við einum áhugaverdum drafti. Teir gjørdi eina 1-1-3 lane, har teir høvdu ein aggressivan trilane. Hetta vísti seg at verða eitt gott hugskot, tí Faroe 5 høvdu eina heldur vánaliga lane ímóti hesum. Í botninum vóru slardar og lone druid, har lone druid fekk free farm og eitt skjótt hand of midas. Spælið var øgiliga javnt aftaná laning phase, men tá Lone druid fekk sítt radiance, megnaðu teir at vinna allar teamfights og harvið spælið

Dyst 2
Picks vóru øgiliga standard. Eingin hevði ætlan um at pusha early. Í banning phase valdu Faroe 5 at banna Lone Druid ístaðinfyri invoker eftir eitt heldur gott lone druid spæl. Faroe 5 valdi ein enigma sum síðsta pick, meðan Supreme Hustlers valdi sær ein silencer at counter’a enigma
Tað sá út til at seinna spælið ikki fór at verða nakað serliga áhugavert. Faroe 5 fingu eina góða byrjan, men tað vísti seg, at silencer var ein góð loysn at steðga enigma og eartshaker í team fights. Tann stóra partin av spælinum vóru Supreme Hustlers frammanfyri. Tað kom upp á heili 20.000 networth muni, men ímóti endanum á spælinum vendu Faroe 5 øllum á høvdi við einum øgiligum roshan fight, har Bikerbjorn á sínum trademark enigma fekk eitt 4 mans black hole, meðan restin av liðnum tóku sær av invoker.

Dyst 3
Tá triðja spælið skuldi spælast vóru menn troyttir. Eftir eitt heldur vánaligt avrik á death prophet, var Luvkake blakaður á position 3, meðan Bikerbjorn skuldi taka sær av miðjuni. Spælið byrjaði við einum standard 3-1-1 laning phase frá Supreme Hustlers, meðan Faroe 5 koyrdi eina 2-1-2, har spirit breaker roamaði. Spirit Breaker var við til at fáa first blood, men eftir hetta vóru Supreme Hustlers øgiliga góðir at steðga ganks. Tað sá út sum at spælið fór at líkjast tí seinna spælinum. Faroe 5 fingu eina góða byrjan, men Supreme Hustlers megnaðu at koma aftur í spælið og fingu tamarhald á tí. Supreme Hustlers avgjørdi síðani spæli við góðum vision og nøkrum góðum ganks, sum Faroe 5 ikki kundi koma aftur frá.

Cart
  • No products in the cart.