Team Liquid kunngjørdu í gjár, at teir hava sagt sáttmálan hjá Eric ‘adreN’ Hoag upp.
Liquid brúka fyribils Oleksandr ‘s1mple’ Kostyliev ístaðin, har hann skal leika til ECS Finals og ESL Cologne.
Hetta skriva Liquid á Twitter.com
#TLGO Update: Releasing @LiquidadreN and the temporary addition of @s1mpleO https://t.co/AC9bdC0lIz pic.twitter.com/ylLhjnlyvo
— Team Liquid (@TeamLiquid) June 6, 2016
Les eisini: s1mple úr Team Liquid
Nakað av broytingum hava verið í seinastuni hjá Team Liquid; Fyri stuttari tíð síðani skiftu teir eisini venjaran James ‘GBJame^s’ O’Connor út við gamla venjara hjá Tempo Storm, Luis ‘peacemaker’ Tade.
s1mple hevur síðani skriva á twitter at hetta vera tvær tær síðstu kappingarnar sum hann leikar fyri Team Liquid.
Its my last 2 tournaments for Liquid : ECS and ESL Cologne
Thats all.— Sasha (@s1mpleO) June 6, 2016
Team Liquid hava tó úttala seg um at teir hava skriva sáttmála við einum nýggjum leikara. Hvør tað so er, vilja teir ikki tosa meira um.
Esport-leiðarin hjá Team Liquid, Robin Nymann, segði á tíðindafundi at Liquid takka fyri tíðina adreN hevur verið hjá teimum, og at teir altíð fara at minnast tær góðu løturnar teir høvdu saman. Nymann endar við at siga at hann vónar at adreN skjótt finnur eitt nýtt lið at leika fyri.
Mynd: www.hltv.org
Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen