S1mple úr Team Liquid

Oleksandr ‘s1mple’ Kostyliev er ikki longur partur av hópinum hjá Team Liquid.

Fyrradagin stóð at lesa, at s1mple ikki verður við til Dreamhack Austin. Hettar kom av at hann hevði trupulleikar við at fáa visa til USA.

Men í morgun stendur skrivað at s1mple ikke er partur av hópinum longur. Robin Nymann, leiðari á esport-partinum hjá Team Liquid, skrivar soleiðis um s1mple á twitter:

“Eftir at hava longst nógv eftir familju síni, ímeðan hann hevur verið í USA, sá hann fram til eina longri vitjan í heimlandinum”.

Nymann staðfestir at aftaná s1mple kom heim til Ukraina, fyri at tryggja sær eitt visa, valdi hann at verða verandi.

Fyrr í vikuni var staðfest at Eric ‘adreN’ Hoag skal avloysa s1mple til Dreamhack Austin, men um hann verður fastur partur av hópinum er enn ikki greitt.

Team Liquid siga at teir fegnir vilja hjálpa s1mple at finna eitt nýtt evropeiskt lið. Inntil tá verður s1mple verandi undir flagginum hjá Team Liquid.

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen

Cart
  • No products in the cart.