Samanumtøka av Viku 1 – Elektron Deildin Sesong 5

Fyrsta vikan av sesong 5 av Elektron deildini er nú farin afturum bak, og tískil veita vit áhugaðum eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Tann fyrsti dysturin sum bleiv leiktur í hesi sesong av Elektron deildini, var dysturin í millum TT Gaming og 10 Minuttir. Eftir øllum at døma var hesin dysturin nakað einstáttaður, tá TT Gaming vunnu fyrstu map sum var de_mirage 16-6 og seinnu map sum var de_train 16-2 sum merkir at støðan í hesum samanbrestinum var gjørdist 2-0 til TT Gaming.

Tann næsti dysturin í Elektron deildini var NoHitWonders sum spældu í móti SpaceCowboys. Á fyrstu map sum var de_dust2 var sera tætt í millum liðini, men at enda tóku NoHitWonders mappuna 22-20 í overtime. Seinna map var de_train har støðan endaði 16-9 til NoHitWonders, sum merkir, at endaliga støðan í hesum dystinum bleiv 2-0 til NoHitWonders.

Síðani vóru tað Músa Víkingar sum spældu í móti Teamspik. Her var fyrsta map de_cache, har Músa Víkingar vunnu 16-8 á Teamspik, og seinna map var de_overpass sum Músa Víkingar eisini vunnu við einari støðu áljóðandi 16-10. Hetta hevur við sær, at Músa Víkingar tóku hendan dystin við einum 2-0 sigri á Teamspik.

Team Ballast spældu sín fyrsta dyst í Elektron deildini í móti SpaceCowboy, har Team Ballast gjørdu skjótt av og tóku fyrstu map sum var de_overpass 16-1, og tóku eisini seinnu map sum var de_cache har støðan endaði 16-5. Samanumtikið sá ikki út til at SpaceCowboy vóru ein stór mótstøða hjá Team Ballast á hesum sinni.

Team Ballast fóru beinleiðis hetta sama kvøldið í gongd við teirra dyst í móti Teamspik, sum var blivin útsettur. Fyrsta map var de_inferno har Team Ballast vunnu 16-7 á Teamspik, eftir at Teamspik upprunaliga kom á odda í dystinum. Síðani fóru liðini á de_nuke at spæla, har tey bara ikki vildu gevast aftur. Liðini spældu háls um háls líka til at Teamspik tóku mappuna við einari støðu á 25-23. Tað merkti, at liðini skuldu avgerða dystin sínamillum á de_cache, har Teamspik enn einaferð kom á odda í dystinum, men hesuferð við einari meira sannførandi støðu. Hóast hetta, so megnaðu Team Ballast enn einaferð at koma aftur, hesuferð frá 4-11 til overtime. Tó so megnaðu Teamspik at vinna de_cache við eini støðu á 19-17, sum eisini merkir, at Teamspik vunnu seriuna 2-1. Hetta var ein serstakliga drúgv seria, og tískil fær livestroymarin Petur D. ‘Dixer’ Petersen eitt herðaklapp fyri sítt áhaldni sum frásøgufólk allanvegin í gjøgnum hesa seriuna.

NoHitWonders spældu eisini í móti 10 Minuttir hesa vikuna. Fyrstu map vunnu NoHitWondners í overtime á de_train har endaliga støðan gjørdist 19-17 til NoHitWonders. Seinna map í seriuni var de_overpass har NoHitWonders vunnu 16-10. Hetta merkir so, at NoHitWonders tóku seriuna 2-0 í móti 10 Minuttir.

Í løtuni eru tað tveir dystir sum áttu at verið leikaðir áðrenn fyrsta vika var av, men eru blivnir útsettir, og teir eru hesir:
1. Músa Víkingar – Íðkabeazt
2. Íðkabeazt – TT Gaming

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here