Samanumtøka av Viku 2 – Elektron Deildin

Vika 2 av sesong 5 av Elektron deildini er nú av, og tí skil veita vit teimum áhugaðu eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Tann fyrsti dysturin sum bleiv leiktur hesa vikuna, var dysturin í millum SpaceCowboy og Músavíkingar. Hesi liðini valdu at spæla de_mirage sum fyrstu map, og spældu síðani de_cache sum seinnu map. Ógreitt er hvør triðja map hevði verið, men dysturin kom ikki so langt óansæð. Músavíkingar vunnu de_mirage 16-1, og vunnu síðani 16-6 á seinnu map, de_cache. Úrslitið í hesum dystinum var tískil ein 2-0 sigur til Músavíkingarnar.

Tann næsti dysturin hesa vikuna, sum var leiktur um somu tíð, var dysturin í millum Team Ballast og Team TT. Aftur hesa vikuna gjørdu Team Ballast av, at dysturin ikki skuldi verða ov stuttur. Team Ballast valdu de_overpass, Team TT valdu de_cache, og síðani var de_train triðja map. Á overpass gekk hampuliga væl hjá Team Ballast, og dysturin endaði 16-7 til Team Ballast. Síðani fóru mans til de_cache, har støðan var sera tøtt í gjøgnum allan dystin. Eftir fleiri yvirtíðir gjørdist endaliga støðan í dystinum 34-31 til Team TT, ið væntandi verður longsta map hesa sesongina. Triðja map í seriuni var sum nevnt de_train, og her vóru tað Team TT sum tíðliga í spælinum fingu bóltin á rull. Uttan nakra pistol rundu og við einum hard reset hjá Team Ballast á fyrstu hálvu sum terroristar, vóru Team Ballast aftanfyri 15-5, áðrenn teir veruliga sluppu at seta sítt mark á de_train. Team Ballast royndu at koma allanvegin aftur, men vóru steðgaðir á 16-12, sum gjørdist endaliga støðan á de_train. Tað hevði so við sær, at dysturin í millum Team Ballast og Team TT endaði 2-1 til Team TT.

NoHitWonders høvdu klárað seg rímiligt intil víðari í kappingini í móti SpaceCowboy og 10 Minuttir, tó at báðir dystirnir vóru hampuliga tættir sum heild. Hesa vikuna sluppu NoHitWonders at royna seg í móti einum av liðunum, ið verða mett at verða eitt av teimum sterkaru í kappingini, nevniliga Teamspik. Teamspik valdu at spæla á de_cache, í meðan NoHitWonders valdu at spæla á de_train, og triðja map skuldi síðani verða de_inferno. Á de_cache endaði støðan í millum liðini 16-5 til Teamspik, og á de_train endaði støðan 16-1 til Teamspik. Tað merkir tískil, at støðan í millum hesi liðini endaði 2-0 til Teamspik í hesum dystinum.

Cart
  • No products in the cart.