Samanumtøka av Viku 3 – Elektron Deildin

Vika 3 av sesong 5 av Elektron deildini er nú av, og tí skil veita vit teimum áhugaðu eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Stigatalvan so frætt inn í Elektron deildina sær soleiðis út:

Vika 3 byrjaði við einum dysti í millum Teamspik og 10 Minuttir mánadagin. Hetta var ein sera greiður sigur fyri Teamspik, tá teir vunnu báðar maps 16-0 eftirsum at talan var um eitt forfeit.

Teamspik spældu enn ein dyst hetta sama kvøldið, hesuferð í móti TT Gaming. Dysturin fór til 3 maps, og støðurnar vóru 16-8 til Teamspik, og síðani 16-11 og 16-5 til TT Gaming, sum merkir at TT Gaming á hesum sinni vann 2-1 á Teamspik.

Team Ballast spældu hesuferð í móti NoHitWonders í viku 3 av Elektron deildini. Team Ballast vunnu fyrstu map 16-1, og vunnu eisini seinnu map 16-8, ið merkir at Team Ballast vunnu 2-0 á NoHitWonders.

TT Gaming møttu Músavíkingum. Sera áhugavert var at vita, hvussu Musavíkingarnir fóru at klára seg í móti TT Gaming. Fyrsta map var sera tøtt har TT Gaming vunnu 16-13. Tó so var tað meira sannførandi á seinnu map, har TT Gaming vunnu 16-5, ið merkir at TT Gaming vunnu 2-0 á Músavíkingunum hesuferð.

Cart
  • No products in the cart.