Samanumtøka av Viku 4 – Elektron Deildin

Vika 4 av sesong 5 av Elektron deildini er nú av, og tí skil veita vit teimum áhugaðu eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Eftir viku 4 sær stigatalvan í Sesong 5 av Elektron deildini soleiðis út:

Hendan vikan byrjaði við dystinum í millum TT Gaming og NoHitWonders. Dysturin var spældur týskvøldið klokkan 19:00. TT Gaming valdu fyrstu map, har støðan í millum liðini endaði 16-1. Síðani fingu NoHitWonders sín kjans á sínari map, tó at TT Gaming enn einaferð fór avstað við sigrinum 16-3. Tískil ein greiður 2-0 sigur hjá TT Gaming á NoHitWonders.

Næsti dystur hesa vikuna var í millum Teamspik og SpaceCowboy. Teamspik áttu fyrstu map har teir vunnu 16-7. Seinna map var so map hjá SpaceCowboy, har endaliga støðan gjørdist 16-10 til Teamspik. Tískil ein 2-0 sigur til Teamspik á SpaceCowboy á hesum sinni.

Síðani vóru tað NoHitWonders og SpaceCowboy sum áttu sítt tørn. Seinast liðini møttust sóðu vit ein rímiliga tættan dyst í millum liðini. Á hesum sinni áttu SpaceCowboy first map har støðan gjørdist 19-15 til NoHitWonders. Ein greiður sigur í overtime, men sum heild ein tættur dystur. Næsta map áttu NoHitWonders, og har vunnu teir 16-13. Ein sera tøtt seria í millum liðini, men tó ein 2-0 sigur til NoHitWonders.

Seinasti dysturin hesa vikuna var dysturin í millum Team Ballast og Teamspik. Dysturin var spældur leygardagin klokkan 14:00. Seinast var tað ótrúliga tætt í millum liðini við fleiri overtimes á fleiri maps. Hesu ferð vóru tað Team Ballast sum áttu fyrstu map, har støðan endaði 16-9 til Team Ballast. Síðani spældu liðini á map hjá Teamspik, har støðan endaði 16-5 til Team Ballast. Tískil ein rættiliga greiður 2-0 sigur hjá Team Ballast á Teamspik.

 

Cart
  • No products in the cart.