Samanumtøka av Viku 5 – Elektron Deildin

Vika 5 av sesong 5 av Elektron deildini er nú av, og tískil veita vit teimum áhugaðu eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Hesa vikuna spældu Team Ballast í móti NoHitWonders. Á fyrstu map sum NoHitWonders valdu, endaði tað við at dysturin fór í Overtime, har Team Ballast tóku sigurin 19-15. NoHitWonders vóru bert eina rundu frá at taka sína map heim, tá støðan var 15-10 til NoHitWonders. Onkusvegna megnaðu Team Ballast at koma í overtime og taka sigurin heim. Á seinnu map sum Team Ballast valdu endaði støðan 16-6 til Team Ballast, ið merkir at Team Ballast tóku seriuna 2-0 í móti NoHitWonders.

NoHitWonders spældu eisini í móti 10 Minuttum hesa vikuna. NoHitWonders áttu fyrstu map har støðan endaði 16-11 til NoHitWonders. Á seinnu map sum 10 Minuttir áttu, endaði støðan 16-6 til NoHitWonders, ið merkir at NoHitWonders enn einaferð tóku ein 2-0 sigur heim í móti 10 Minuttum.

Team Ballast spældu eisini í móti 10 Minuttum hesa vikuna. 10 Minuttir áttu fyrstu map, har støðan endaði 16-4 til Team Ballast. Síðani var turn at spæla seinnu map, sum var map pick hjá Team Ballast. Á seinnu map endaði støðan 16-1 til Team Ballast, ið merkir at hetta var ein rímiliga skjótur sigur hjá Team Ballast á 10 Minuttum.

Team Ballast hava verið upptiknir hesa vikuna, tá teir eisini spældu ein dyst í móti SpaceCowboys. SpaceCowboy áttu fyrstu map, har teir megnaðu at taka Team Ballast 16-14, eftir ein sera tættan dyst. Eitt sera óvæntað úrslit á fyrstu map. Team Ballast áttu so seinnu map, har teir vístu at fyrsta map ikki var alsigandi, tá teir vunnu seinnu map 16-1. Triðja map var at síggja, har Team Ballast megnaðu ein 16-7 sigur á SpaceCowboys. Team Ballast taka tískil seriuna 2-1, tó at SpaceCowboys góvu teimum rímiliga harða mótstøðu til tíðir.

Teamspik og Músavíkingar møttust eisini hesa vikuna. Tað vóru Teamspik sum áttu fyrstu map, har støðan gjørdist 16-10 til Teamspik. Seinnu map áttu Músavíkingarnir, har teir vunnu í overtime, og støðan gjørdist 19-17. Tað var tískil farið til eina triðju map fyri at avgerða dystin. Triðja mappan var sera tøtt, tó at Músavíkingarnir komu á odda og tryggjaðu sær sigurin 16-14. Sum heild ein serstakliga tøtt seria, tó at Músavíkingarnir vunnu seriuna 2-1.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here