Samanumtøka av Viku 6 – Elektron Deildin

Vika 6 av sesong 5 av Elektron deildini er nú av, og tískil veita vit teimum áhugaðu eina stutta lættlesiliga samanumtøku av teimum dystunum sum vóru spældir hesa vikuna.

Tað fyrsta sum vit sóu í viku 6 var, at TT gaming valdu at geva default wins til SpaceCowboys og 10 Minuttir. Tað merkir at tað eru fýra maps sum TT gaming hava tapt 16-0.

Tann fyrsti dysturin í viku 6 var dysturin í millum Teamspik og NoHitWonders. Teamspik áttu fyrstu map har støðan í millum liðini gjørdist 16-9 til Teamspik. Á seinnu map sum NoHitWonders áttu endaði støðan í millum hesi liðini enn einaferð 16-9 til Teamspik, sum merkir at Teamspik vunnu seriuna í móti NoHitWonders 2-0.

Næsti dysturin var Músa Víkingar sum spældu í móti SpaceCowboy. Fyrstu map áttu Músa Víkingarnir, og hana vunnu teir 16-7, sum er ein rímiliga tryggur sigur. Á seinnu map sum SpaceCowboy áttu endaði støðan 16-8, sum merkir at Músa Víkingar tóku sigurin 2-0 í móti SpaceCowboy.

So vóru tað 10 Minuttir sum spældu í móti Teamspik.  Fyrstu map áttu 10 Minuttir, tó so, gekk tað ikki teirra veg, og teir taptu sína map 16-9. Tí næstu map áttu Teamspik, og teir gjørdu ikki mætari av, enn at vinna sína map 16-9 í móti Teamspik. Tað merkir at Teamspik vunnu seriuna 2-0 í móti 10 Minuttum.

Team Ballast spældu í móti TT Gaming, har Team Ballast fingu eina sera góða byrjan á sínum map pick, sum var de_overpass. Tó so megnaðu TT Gaming at koma aftur á terrorist síðuni, og tað sá ikki út til at verjan hjá Team Ballast var nóg sterk tá støðan gjørdist 16-14 til TT Gaming. Seinna map var de_dust2, har støðan endaði 16-9 til TT Gaming, ið merkir at tað gjørdist ein 2-0 sigur til TT Gaming.

Tann síðsti dysturin hesa vikuna var dysturin í millum TT Gaming og Músa Víkingar. Vit sóu hendan dystin streamaðan á okkara twitch kanal, og spenningurin var í hásæti. Fyrstu map áttu Músavíkingar sum var de_cache. Her endaði støðan 16-12 til TT Gaming, og síðani var farið víðari til næstu map. Seinna map var pick hjá TT Gaming, og tað var de_mirage. Í fyrru helvtini av dystinum sóu vit at tað vóru TT Gaming sum áttu spælið, men tó so, gjørdu Músa Víkingar eitt comeback á seinnu hálvu. Tað var tá støðan var 15-14 til TT Gaming, at m0gens hjá Músa Víkingum var einsamallur 1 í móti 3 við bert 12 sekundum eftir, og spælið var av – ella tað hildu vit øll. TT Gaming megnaðu at blaka rundina burtur, ið hevði við sær at farið var til yvirtíð, har Músa Víkingarnir at enda fóru avstað við map pick hjá TT Gaming. Triðja og seinasta map var de_train, har tann enn einaferð vóru TT Gaming sum fingu eina góða byrjan. Tó komu Músa Víkingarnir aftur í fyrstu hálvu, og so gjørdist spælið tætt. Endaliga støðan á de_train var 16-10 til Músa Víkingar. Ein serstakliga merkilig seria, har tað vóru 12 sekund og ein 1v3 sigur sum broyttu eitt 2-0 tap til ein 2-1 sigur fyri Músa Víkingarnar.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here