Samanumtøka: TeamSpik vs. Músavíkingar

Tann seinni dysturin í semifinaluni bleiv spældur í dag, sunnudagin tann 7. Apríl. Dysturin, har tað stóð í millum TeamSpik og Músavíkingar, hevði til endamáls at avgerða, hvat fyri eitt av liðunum kemur víðari til endaligu finaluna í Elektron deildini.

Tað var í kvøld tann 7. apríl umleið klokkan 17:00 at dysturin í millum TeamSpik og Músavíkingar var spældur.

Dystarskráin hjá teimum sá soleiðis út:

1. Músavíkingar velja at spæla de_train (TeamSpik velja at byrja sum CT)
2. TeamSpik velja at spæla de_cache (Músvíkingar velja at byrja sum T)
3. Triðja map verður de_mirage (Knívað verður um síðu)

Á de_train kundi tað tykjast hjá teimum flestu, at MúsaVíkingar fingu eina heldur seina byrjan, og TeamSpik fingu nakrar góðar rundir beinavegin. Tó so fingu Músavíkingar skil á, og megnaðu at taka fleiri rundir, og hildu á fram at vinna rundir inn í seinnu hálvu. TeamSpik royndu at koma aftur við einum lítlum comeback, men tað eydnaðist ikki at taka mappuna frá Músavíkingum, og støðan gjørdist 16-13 til Músavíkingar.

Á de_cache sást, at Músavíkingarnir vóru framvegist heitir eftir at hava vunnið fyrstu map. Tað gjørdist skjótt 7-2 til Musavíkingar í fyrstu hálvu. Tó so gjørdu TeamSpik av, at tað var nú at teir máttu traðka til, so eftir eitt comeback endaði fyrsta hálvan 8-7 til TeamSpik. TeamSpik vóru óivað glaðir um tað, men ynsktu sær meira, og hildu áfram at vinna rundir í seinnu hálvu. Eftir at støðan var 7-2 til Músavíkingar, vunnu TeamSpik 10 rundir á rað, áðrenn Músavíkingar fingu sína áttindu rundu, og tá var støðan 12-8 til TeamSpik! Músavíkingar javnaðu til 12-12, og síðani til 13-13, og tá tóku TeamSpik tær næstu rundirnar soleiðis at støðan gjørdist 15-12 til TeamSpik. Músavíkingar vildu halda seg á lívi, og megnaðu tað við at javna aftur til 15-15. Í yvirtíð var tað serliga Músavíkingarnir sum tóku seg fram, og endaliga støðan gjørdist 19-17 til Músavíkingar!

Úrslitið er, at Músavíkingar verða at síggja á LAN, sum grein verður skrivað um skjótt, við nærri upplýsingum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here