Samanumtøka: TT Gaming vs. Team Ballast!

Fyrsti dystur í semifinaluni var spældur í dag, leygardagin tann 6. Apríl. Dysturin, har tað stóð í millum TT Gaming og Team Ballast, hevði til endamáls at avgerða, hvat fyri eitt av liðunum kemur víðari til endaligu finaluna í Elektron deildini.

Tað var í kvøld tann 6. apríl umleið klokkan 18:20 at dysturin í millum TT Gaming og Team Ballast var skotin í gongd. Dystarskráin hjá teimum sá soleiðis út:

1. Team Ballast velja at spæla de_nuke (TT Gaming velja at byrja sum CT)
2. TT Gaming velja at spæla de_mirage (Team Ballast velja at byrja sum CT)
3. Triðja map verður de_train (Knívað verður um síðu)

TT Gaming fingu eina góða byrjan í fyrstu hálvuni á de_nuke, tó at Team Ballast komu aftur við fleiri rundum á rað, ið merkir at støðan í hálvleikinum gjørdist 8-7 til TT Gaming. TT Gaming vunnu pistol rundina í seinnu hálvu, ið gav teimum enn betri møguleika at fáa eina byrjan á T síðuni. Tað var rættiliga tætt í millum liðini á de_nuke, men endaliga støðan gjørdist 16-13 til TT Gaming, og síðani var farið víðari til de_mirage.

Á de_mirage vóru tað Team Ballast sum skuldu byrja á CT síðuni, við vónum um at fáa eina góða byrjan á dystin. Team Ballast gjørdu tað sum teir megnaðu, fyri at fáa so nógvar rundur sum gjørligt í móti TT Gaming, tó at teir ikki væntaðu at vinna de_mirage – teir vónaðu at vinna fyrstu og triðju map í móti TT Gaming. Við nøkrum highlight rundum, fingu Team Ballast 5 rundir, og endaliga støðan á de_mirage gjørdist 16-5 til TT Gaming.

Samanumtikið kunnu vit siga, at vónirnar vóru ikki við Team Ballast á de_mirage, og í eini samrøðu við Petur ‘Dixer’ D. Petersen segði Martin ‘UnluckyBird’ Justinussen, at Team Ballast satsaðu uppá at vinna fyrstu map, og síðani at vinna 2-1 við at taka triðju map, de_train. Tað er væl møguligt at Team Ballast høvdu megnað tað, um tað ikki gekk galið á de_nuke.

Úr stroyminum á www.twitch.tv/esportfo løgdu vit merki til ein serstakliga stuttligan sang, sum Arnar ‘Arnarchy’ Lognberg sang upp. Tað var eingin annar enn lordvigg0, sum ríkar um stroymingina nærum hvørjaferð vit stroyma, sum skrivaði orðini til sangin. Team Ballast høvdu fingið styttingina TB, sum var upprunin til sangin.

Lag: TB Fótbóltsangurin
“Eitt cs lið sum TB ei vit hava sæð.
Teir vunnu bæði TT og onnur lið so fræg.
So fóru teir til Elan við dixerdaddy ein dag
humørið var tað besta ið nakar hevði sæð.

Farið fram garpar vinni hvønn dyst
so at vit síggja at TB er fyrst.
Frá entryfraggara og út á uttasta vong ja,
leiðarin er við ja, øll kenna liðið frá all over bý.”

Klippið sæst við at trýsa á her

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here