Scoreboard nú á CSGO síðuni!

Nú ber tað til at síggja scoreboard á CSGO síðuni!

Tað skal viðmerkjast, at vit hava programmerað skipanina til at verða 100% automatiskt eftir liðnøvnunum, tískil mugu liðnøvnini, ella “lið tags” IKKI broytast. Skipanina útroknar munin á wins/loss, og gevur av sær sjálvum poeng til liðini, tá spælt verður á okkara servarum. Vit biða sjálvagt liðini til at fylgja við um tey síggja nakrir feilir. Er feilurin á okkara síðu, verður tað broytt sum skjótast.

Lið ið broyta nøvn, kunnu vænta sær at fáa LOSS automatiskt og manuelt frá okkum. Eitt dømi uppá hvussu eitt lið hevur skift millum dystirnar:

skeivt

Minnist til at hava lið tags á áðrenn tit fara á servarnir, og ikki broyti tað í meðan kappingin er. Er hetta ein afturvendandi feilur frá liðunum, kann liði vænta aðrar konsekvensir viðv. Loss.

Tað ber samstundis ikki til scrimma ella pracca á frá server 1 til 4. Vit arbeiða í løtuni við at fáa aðrar servarir upp til endamálið. Vit saknað ein nýggjan CS:GO admin til hetta endamálið eisini, skrivið inn til okkara á facebook, um hetta hevur áhugað.

 

Í næstum ferð tað eisini verða ein møguleikið at síggja top 5 spælarir úr hvørjum deildum! Vit venda aftur við hesum seinni.

Góða eydnu!

scoreboard

Cart
  • No products in the cart.