Semifinalurnar í Elektron Deildini #5!

Elektron deildin er nú komin víðari til næsta stigið. Øll liðini hava spælt í online bólkinum, har endamálið var, at staðfesta hvørji fýra lið skuldu víðari til semifinalurnar. 

Liðini sum skulu spæla í semifinalunum eru nú funnin, og tey eru hesi:

  • 1. Músa Víkingar
  • 2. Team Ballast
  • 3. Teamspik
  • 4. TT Gaming

Tað er liðið sum liggur á odda, sum sleppur at velja eitt av hinum trimum liðunum at spæla í móti í semifinaluni. Liðið sum liggur á odda er Músa Víkingar, og teir hava tikið støðu til hvat lið tey ynskja at møta í semifinaluni. Tað verður Teamspik, sum Músa Víkingarnir koma at spæla í móti í semifinaluni. Hetta týður á, at Músa Víkingarnir meta seg hava betri líkindi fyri at vinna í móti Teamspik, enn í móti Team Ballast og TT Gaming. Valið hjá Músa Víkingunum hevur við sær, at hin semifinaludysturin verður í millum Team Ballast og TT Gaming. Tann fyrsti dysturin verður 6. Apríl klokkan 18:00, og tann seinni dysturin verður 7. Apríl klokkan 17:00.

Dysturin Leygardagin 6. Apríl Klokkan 18:00
Team Ballast í móti TT Gaming

Dysturin Sunnudagin 7. Apríl Klokkan 17:00
Músa Víkingar í móti Teamspik

Tað verður sera spennandi at síggja, hvussu dystirnir fara at ganga. Báðar semifinalurnar verða spældar eftir einum ‘best av 3‘ formati. Vit vita, at øll av liðunum hava spælt dystir, har støðan í millum tey hevur verið tøtt til tíðir. Hetta bendir á, at tað er einki av hesum fýra liðunum, sum vit kunnu rokna við ikki vinnur. Í staðin kunnu vit rokna við, at øll av hesum liðunum hava ein rímiligan kjans at fara við heiðurinum sum Føroyameistarar í Counter-Strike: Global Offensive ár 2019.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here